Føroyar klárar til stóru framleiðslurnar

Stórir møguleikar eru fyri føroyskari filmsvinnu, og áhugin uttanlands fyri føroyskari filmsframleiðslu veksur. Men filmsvinnan fer ikki at vaksa av sær sjálvari, og tí er neyðugt at viljin - og eisini fíggjarligi stuðulin - frá almennu Føroyum verður sterkari. Tað heldur Jón Hammer, ið er ein teirra, ið hevur tikið djørvu avgerðina at stovna egið filmsframleiðslufelag í Føroyum

Kykmyndir

Jón Hammer stovnaði Kykmyndir í 2017, meðan hann framvegis búði í Danmark. Tað tekur tíð at framleiða film, og tískil er einki liðugt framleitt enn, men fleiri verkætlanir liggja í stoypiskeiðini hjá Kykmyndum.

 

– Eg stovnaði felagið, tí eg hevði verið við til at framleiða fleiri føroyskar stuttfilmar áðrenn, og eg hevði verið við til at framleiða ein føroyskan spælifilm. Men tað var fyri onnur feløg, og eg helt, at eg skuldi gera mítt egna felag. Tað hevur verið í uppstartinum seinastu tvey árini, og eg havi roynt at fingið fígging til verkætlanir. Eg havi ein dreym um at gera spælifilmar, ið fara út um landoddarnar, sigur Jón Hammer.

Hóast einki er liðugt enn, so eru fleiri framleiðslur í gongd. Jón Hammer framleiðir nýggja filmin hjá Sakaris Stórá, fyrsta spælifilmin hjá Anton Petersen, umframt framleiðslusamstarv við Rógviper um dokumentarfilmin Heartest um Sigrun Gunnarsdóttir, sum júst hevur fingið stuðul frá Norddok.

 

Berlinale Co-Production Market

Jón Hammer var í fjør á Berlinale Co-Production Market (BCPM) saman við Torfinni Jákupsson, har teir royndu at fáa fígging til krimirøðina TROM, og aftur í ár er hann á BCPM við nýggjari verkætlan.

Berlinale er ein av størstu filmsfestivalunum í heiminum og er kanska tann mest umráðandi fyri Norðurlond. Til Berlinale er eisini BCPM, ið er eitt slag av forum, har filmsverkætlanir kunnu finna fígging.

– Berlinale Co-Production Market er nokk tað besta co-production market í heiminum. Tey velja 30 verkætlanir frá øllum heiminum, kanna fíggjarætlanirnar til verkætlanirnar og so framvegis. So royna tey at matcha hesar verkætlanir við eini 500 fólk, ið vilja koma inn at møta hesum verkætlanunum.

Co-Production Market setir sostatt framleiðarar í samband við pengafólk, ið hava hug at fíggja filmsverkætlanir, soleiðis at verkætlanirnar bera á mál.

– Eg kann siga við tey, at eg havi so og so nógva fígging úr Føroyum, og mær tørvar so og so nógva fígging aftrat. So kann onkur koma úr Týsklandi og siga: "Eg havi hesar pengarnar. Kunnu vit arbeiða saman?" Endamálið er faktiskt at fáa verkætlanirnar út til ein stóran marknað.

Í ár verður aðru ferð, at Jón Hammer tekur lut á BCPM, men hann skuldi í grundini ikki sloppið at verið har. Orsakað av trupulleikanum at fáa til vega fígging í Føroyum, verður spart so mikið nógv í framleiðsluni, at fíggjarætlanin er minni enn tað, ið BCPM loyvir.

– Tað lægsta budgettið í einum lowest budget filmi í Danmark, til dømis, er seks milliónir. Kravið fyri at koma inn á BCPM er sjey millónir, og okkara filmur kostar nógv minni enn tað. Men vit eru so komin inn gjøgnum tað, ið eitur Berlinale Talents. Tað er tí, at Sakaris Stórá hevur verið har fyrr, eg havi verið har fyrr, og vit kenna fólkini.

3.400 umsøkjarar vóru til Berlinale Talents, og Jón Hammer og Sakaris Stórá vóru so millum tær fáu verkætlanirnar, ið sluppu gjøgnum nálareygað.

– Tað hevur øgiliga stóran týdning í mun til at fáa útlendska fígging til ein tílíkan film, tí at vit hava so avmarkaðar møguleikar í Føroyum, sigur Jón Hammer.

 

Ov danskt, men kortini ov lítið danskt

Tað ber til hjá filmsverkætlanum at søkja um fíggjarligan stuðul úr ymsum grunnum, men tá talan er um føroyskar framleiðslur, verður verri. Støðan hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum er so, at Føroyar er ov lítið danskar til danskan stuðul, men eisini ov lítið sjálvstøðugar til at fáa evropeiskan stuðul á somu tíð.

– Vit kunnu ikki søkja pengar úr donskum filmsgrunnum, og tað er fínt - tað gevur meining. Men eitt danskt framleiðslufelag kann heldur ikki fáa pengar til ein føroyskan film. Tað vil siga, at um eitt danskt framleiðslufelag vil gera ein film í Føroyum við einum føroyskum leikstjóra á føroyskum - til dømis Andrias Høgenni ella Heiðrikur á Heygum, um teir búgva niðri - so verður tú avmarkaður. Tey góðkenna ikki føroyskt sum danskt, og tað vil siga, tey síggja okkum sum eitt fremmandamál saman við enskum ella farsi ella hvat tað skal vera.

Hinvegin eru Føroyar ov danskar til at fáa egnan limaskap til at søkja um fígging í evropeiskum filmsgrunnum.

– Í Føroyum kunnu vit heldur ikki søkja pening úr evropeiskum grunnum, tí vit eru ikki limir í programmum, til dømis Creative Europe ella Eurimages. Ísland og Norra og onnur lond kring okkum hava atgongd til eina pulju, sum vit ikki hava. Danmark hevur eisini, men vit hava ikki, tí vit eru ikki partur av Danmark í tí sambandi. Samstundis kunnu vit ikki koma inn uttanum Danmark.

– Tað er eitt Catch 22: Eru vit partur av ríkisfelagsskapinum ella ikki? Vit eru ikki nóg stórur partur av ríkisfelagsskapinum til at fáa pengar til ein danskan film á føroyskum, men vit eru samstundis ikki nóg sjálvstøðug til at fara rundanum Danmark.

 

Filmsvinnan flutt seg nógv

 

– Tað er hent øgiliga nógv í føroyskum filmi í mun til bara tey seinastu fimm árini. Kvaliteturin er hækkaður, og talið á minuttum, sum vit framleiða, hækkar allatíð. Vinnan er ment nógv frá at bara vera nakrir stuttfilmar til at gera fleiri spælifilmar. Vit standa nú á gáttini til, at hetta kann vera ein vinnuvegur.

 

At føroysk filmsvinna kundi gerast ein røtt vinna, var eisini orsøkin til, at Filmshúsið varð sett á stovn í 2017. Tíðin er búgvin til at fara víðari við filmsvinnuni, og føroyskur filmur er á tí støði, at neyðugt er at gera meira burturúr.

 

– Vit eru í teirri støðu, at vit mugu taka avgerð, um vit skulu halda fast í visiónini. Nú hava vit ment nøkur talent, ið duga at gera spælifilmar. Vit hava fingið atgongd til stóra evropeiska marknaðin, og har er stórur áhugi fyri Føroyum. Men so mugu vit eisini kunna útvega tær framleiðslurnar, ið vit lýsa við.

 

Ísland var tað heilt stóra fyri nøkrum árum síðani við filmum í Cannes, og Jón Hammer metir, at tað sama kann gera seg galdandi fyri Føroyar.

– Eg tosaði við ein íslendskan framleiðarara í gjár, og hann helt, at Føroyar vóru tað nýggja Ísland innan film.

 

Klárt til stórar framleiðslur í Føroyum

 

Tað kann tykjast torført at trúgva, at Føroyar eru til reiðar at standa fyri stórum filmsframleiðslum. Men Jón Hammer vísir á, at føroysk filmsfólk hava fingið nógvar royndir seinastu árini, og at føroyingar eru til reiðar at lofta stórum verkætlanum.

– Tað, sum er hent seinastu árini, er, at fólk hava fingið fleiri royndir við at gera føroyskar filmar. Samstundis hava útlendskir filmar verið her og gjørt upptøkur. Fleiri royndir tú gevur fólki, betri standa tey seg. Kunnu tey arbeiða við filmi alt árið - og ikki sita á kontóri helvtina av árinum og arbeiða við filmi í summarinum, sum tað hevur verið - so kunnu vit veita eina tænastu.

Tað verður kortini við útlendskari hjálp, at stóru filmsframleiðslurnar verða gjørdar í Føroyum, ger Jón Hammer greitt.

– Vit kunnu ikki veita alla tænastuna. Vit kunnu ikki veita alla A-funktiónina, allar høvuðsfotografarnar, høvuðs- hetta og høvuðs- hatta, men supplerandi rollur. Heldur verkætlanin fram, sum til dømis við einari røð, so høvdu føroyingar kunna yvirtikið høvuðsrollurnar eisini.

– Tað verður altíð soleiðis, at tá tú samstarvar, so er tað give-and-take. Tey koma við einum fotografi, vit koma við onkrum øðrum, sigur Jón Hammer.

 

Filmsvinna gevur avkast

Tað eru tey, ið finnast at, at mentan og list av ymsum slag skal stuðlast av tí almenna, og at lítið letur seg gera uttan almenna fígging. Argumentið er, at vinnan skal klára seg út frá marknaðarligum treytum uttan ískot frá tí almenna. Jón Hammer heldur hinvegin, at stuðul skal síggjast sum ein íløga, tí kemur ein filmsvinna upp at koyra, so gevur hon avkast.

– Fyri meg, sum arbeiði við mentan, so haldi eg, at mentan hevur eitt virði í sær sjálvum. Fyri onnur, sum ikki eru samd í tí, kann mann siga, at roknistykkini vísa, at fyri hvørja krónu, ið tú letur í stuðli til film, so kemur hon umleið fýra ferðir aftur til búskapin. Tað vísa allar kanningar aðrastaðni, har tey hava stuðul.

– Eg kenni heldur onga vinnu í Føroyum, ið klárar seg út frá marknaðarligum treytum - serliga tá vinnan verður bygd upp. Tú hevur stuðulsskipan til skipasmíð, stuðulsskipan til fiskivinnu, skattalætta til sjómenn - stuðulsskipanir hava so nógvar formar. Serliga í uppbyggingini mást tú hava stuðul. Tað er heldur ikki so, at pengarnir verða kastaðir burtur. Pengarnir verða brúktir til føroyskar tænastur.

Jón Hammer vísir samstundis á, at almennur stuðul úr Føroyum skal heldur ikki fíggja verkætlanirnar allar sum tær eru. Stuðulin skal hinvegin virka sum grundstøði fyri at fáa meira fígging uttanífrá.

– Tað krevur, at vit kom upp á eitt hægri støði, í mun til hvat tað kostar at gera film, og hvat mann fær í øðrum londum. Er tað ov lítið av pengum, ið fáast úr Føroyum, so er tað ov lítið at fara at fáa samsvarandi upphæddir úr útlondum, sigur Jón Hammer.

 

Norddok

Føroyar hava í ár fingið stuðul úr danska Norddok grunnin. Tvær av útvaldu verkætlanunum hava tilknýti til Føroyar. Onnur, dokumentarurin Heartist, er føroysk øll sum hon er, meðan hin, Pigen og Sølvdrengen, er donsk-føroysk.

Norddok hevði 10 milliónir krónur at ráða yvir, og uttan iva er stuðulin komin væl við. Men Norddok er ikki eitt afturvendandi átak, og sostatt er tað ein eingangspulja, ið varð lutað út millum verkætlanirnar.

– Norddok var eitt eingangsting í ríkisfelagsskapinum, har ein avgerð varð tikin um at promovera ríkisfelagsskapin upp á onkran máta. Tað varð gjørd ein pulja, sum bert var til dokumentarar, ið skuldu hava okkurt við ríkisfelagsskapin at gera.

– Tað er so sjálvandi gott, at verkætlanir fingu stuðul. Men tað er eitt sindur sum at keypa seg frían. Hví gera tey ikki hetta hvørt ár? Tað góða við Norddok er, at danskarar kunnu søkja Norddok, men teir skulu hava føroyskan ella grønlendskan partnara. Tá fær føroysk framleiðsla atgongd til aðrar pengar. Um tey veruliga meintu tað, so skuldi tað verið gjørt hvørt ár, sigur Jón Hammer.