Thomas Arabo
?????????????
Útoyggjatrupulleikar
Útoyggjafelagið hevði fund nú um dagarnar. Teir nógvu av trupulleikunum, sum vit hoyra um eru væl kendir. Teir náttúrugivnu er ikki nógv at gera við, men har eru eisini aðrir møguleikar, ið kunnu loysast, um samfelagið lyftur í felag. Vit mugu eisini minnast til, at tað at búgva á útoyggj, tað skal ein eisini hava hug til, og tey, sum hava hugin mugu so fáa best møguligu fyritreytir.
Kundi verið verri
Samferðsla og samskifti eru fyritreytir, sum eru heilt avgerandi fyri at tað er verðandi á útoyggj. Samferðslan, íð fyrr var á privatum hondum, er ótrúligani nógv batnað síðan tað almenna tók yvir og veganetið samsvarandi. Um tað almenna ikki fyri nógvum árum síðan tók sær um reiggj, og setti hesi tingini uppá pláss, so hevði verið øskukalt á mangari útoyggj í dag. Niðurstøðan má so verða at liberalisman ella privata fyritakssemið kann ikki nýtast at tryggja fyritreytirnar fyri búseting og virksemi á útoyggjunum.
Føroyar sum útjaðari
Tað skerst ikki burtur at Føroyar sum land er útjaðari í Europa. Verðins nalvi eru vit so ikki. Gjøgnum árini hava vit so arbeitt okkum fram til at hava góðar fyritreytir fyri at virka á altjóða pallinum ájavnt við øðrum framkomnum tjóðum. Vit hava vælútbúgvið fólk, bæði frá lívsins og øðrum skúlum. Vit hava góð flutnings og samskiftisnet. Og síðst, men avgjørt ikki minst, so hava vit sum føroyingar ræðisrætt á hesum.
Ræðisrætturin á samskiftinum - ein fyritreyt fyri frælsi
Hetta hevur tikið tíð og stríð at fingið hendan ræðisrætt. Tí er tað særandi at hoyra okkara ungu politikarar í sjónvarpi - ja enntá ferast til London og fortelja at hettar er nakað sum vit bara selja til hægstbjóðandi. Frælsi kann vera so nógv, men í mínari verð er tað at kunna virka og búgva í hesum landinum, uttan at aðrir enn føroyingar skulu avgera nær, hvar og hvussu eg sleppi til og frá og nær eg tosi við hvønn. So hesin ræðisrætturin má ikki missast.
Reindyrkaðu ismurnar ónýtuligar
Kommunisman spældi fallit í Eystureuropa. Tað var gott. Hon kom tíbetur ongantíð higar - steðgaði í Keypmannahavn á vegnum. Nú er tað tann høgravenda isman, vit skulu ansa eftir. Hon er her - vit møta henni hvønn dag við brúkaragjøldum bæði her og der.
Eitt tað mest ótrúliga dømi var nú um dagarnar tá ein almennur fundur var í Norðurlandahúsinum, har kunnast skuldi um ES.
Kostnaður 1000 krónur! Og vit sum royna at kunna fólk við ókeypis fundum fáa illa nokk fólk at møta.
Hettar má so hava verið ein fundur fyri "elituna", og palliba má so bíða eftir hvat "elitan" meinar, hann skal meina.
Ja, eg meini tað - fínt skal tað vera.