Høgni Hoydal
?????????????
Við jøvnum millumbili kemur fram, at tá vit í Føroyum lýsa okkara støðu sum land og tjóð, so hava danskir myndugleikar eina heilt aðra fatan.
Seinasta dømið er, at í einum skrivligum svari til ein fólkatingslim, skrivar danski innanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, um Føroyar sum eitt "bopælsamt".
Hann skrivar soleiðis:
"En trækning fra Landspatientregistret viser således, at der i den fire-årige periode 1999-2002 kun var én kvinde med bopælsamt på Færøerne, som fik foretaget abort i Danmark."
Hetta tykist margháttligt, tí hóast ósemjur um ríkisrættarligu støðu Føroya, so hava føroyingar flestir helst havt ta fatan, at danskir myndugleikar ikki longur lýsa Føroyar sum eitt amt millum hini í Danmark. Neyvan hevur nakar heldur roknað við, at Føroyar í donskum hagtølum og skrásetingum verða viðgjørdar sum eitt amt.
Vanligt ella einstøk villa?
Nú kann hetta vera ein einstøk kiska, sum er komin skeivt fyri. Til tess at fáa greiði á hesum, hevur undirritaði sett ein skrivligan fyrispurning til ríkisumboðið.
Í fyrsta lagi verður spurt, hví Føroyar í svarinum frá Lars Løkke Rasmussen verða lýstar sum eitt amt.
Og í øðrum lagi verður spurt, um hetta bert er eitt einstakt dømi, ella um tað er vanligt, at Føroyar verða viðgjørdar sum eitt av donsku amtunum hjá donskum ráðharrastovum og myndugleikum.