Føroyar meira enn fiskur og handil

- Eitt av endamálunum við tiltakinum hjá løgmanni við fylgi í Belgiu, sum Sendistova Føroya í Brússel skipaði, var at lýsa og marknaðarføra Føroyar úr øðrum sjónarhorni enn fiski og handli, sum vit annars eru kend fyri í ES-høpi. Hetta sigur Páll Holm Johannesen, sum er starvsnæmingur á føroysku sendistovuni í Brússel

Vitjan

- Sendistovan í Brússel hevur fingið hópin av afturmeldingum frá fólki, sum vóru við til móttøkuna í Brússel, bæði frá sendistovum her í býnum og gestum annars, sum vóru við. Fólk hava sent brøv, og fólk hava ringt, og øll eru á einum máli um, at tiltakið var sera áhugavert og væleydnað.
Páll Holm Johannesen, starvsnæmingur á Sendistovu Føroya í Brússel, heldur, at tað við hesum eydnaðist at marknaðarføra Føroyar úr einum øðrum sjónarhorni, enn landið vanliga kent fyri í ES-høpi.

Føroysk mentan

- Eini 70-80 fólk, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til ES-kervið í Brússel, vórðu við til móttøkuna.
Við móttøkuna greiddi løgmaður frá um Føroyar og føroysk viðurskifti, og borðreitt varð við alskyns føroyskum brellabitum úr sjónum, sum dugnaligi kokkurin, Birgir Enni, stóð fyri.
- Føroyski maturin hevði stóran áhuga og varð ógvuliga væl móttikin av gestunum, sum ikki hildu seg aftur. Gestirnar vóru eisini rættiliga hugtiknir av føroyska ølinum, sum Føroya Bjór hevði latið til tiltakið.
Páll sigur, at sum ikki einaferð bergtók Eivør gestirnar við sínum serstaka sangi, eins og Kári Svensson og Sámal Toftanes settu sín dám á við teirra listarligu evnum og málningum.
- Eg haldi, at tað við hesum eydnaðist okkum ógvuliga væl at lýsa og marknaðarføra Føroyar á ein øðrvísi hátt, enn vit vanliga plaga at gera.
Páll sigur, at við móttøkuna varð dentur lagdur á tann partin av okkara mentan, ið snýr seg um føroyskan mat, tónleik og list.

Fleiri fundir

Føroysku umboðini við móttøkuna vóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard, Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Herluf Sigvaldsson, Sigmundur Isfeldt, Birgir Enni, Eivør Pálsdóttir, Kári Svensson, Sámal Toftanes og føroyingarnir á sendistovuni í Brússel, Hákun Djurhuus, sum leiðir sendistovuna og Páll Holm Johannesen, starvsnæmingur.
Óli Samró, sum kom úr Haag og Bjørn Kunoy, sum lesur í Belgiu, vóru eisini við til móttøkuna.
Páll Holm Johannesen sigur, at løgmaður kom til Brússel sunnukvøldið, sum móttøkan var týskvøldið.
- Jóannes Eidesgaard var á fleiri fundum mánadagin og týsdagin, har hann hitti ymiskar ES-myndugleikar, sum umsita millum annað fisk, gransking og útbúgving. Somuleiðis hitti hann aðalskrivaran í Nato, Jaap de Hoop Scheffer og aðalskrivaran í EFTA, William Rossier.