Summarvitjan
Seinastu dagarnar hevur eysturríkarin, Karl Maly, sum býr í høvuðsstaðnum, Wien, verið á vitjað í Føroyum. Hann kom higar til lands, 14. august og fer avstað aftur í dag, 26. august.
Karl er nevndarlimur í einum eysturríkskum felag fyri stuttleikafiskimenn, ØFG, sum er stovnað longu í 1880 og hevur stívliga 3000 limir. Í Eysturríki eru fleiri slík feløg, sum hava einar 100.000 limir tilsamans.
Eysturríki liggur ikki til nakra havssíðu, men har eru stór vøtn og stórar áir. Størsta áin eitur, Danube, og hon er meira enn 300 metrar breið.
Ikki ongul í reyv
Sosialurin hittir Karl seinasta leygarmorgun undir brúnni við Streymin, har hann stendur og fiskar.
Vit hava gjørt avtalu við Sámal Bláhamar um at hitta mannin, men vit vita ikki, hvør hann er, hvussu hann sær út og ei heldur, hvussu hann eitur. Vit vita bara, at hann er eysturríkari.
Vit koyra norður. Í fyrstani er ikki líkt til, at nakar stendur við tráðuni við brúgvafótin. Vit koyra eftir brúnni og venda aftur. Jú, nú síggja vit, at ein maður stendur dygst við sjóvarmálan, streymoyarmegin. Bilurin verður settur, og gingið verður oman.
Eysturríkarin, sum er einsamallur, stendur undir einum bakka, sum stingur uppfyri á leiðini oman móti sjóvarmálanum.
Ætlanin er ikki at gera mannin skakkan, tá ið komið verður undan bakkanum, so hugtikin hann stendur har ? sleingir langt út og dregur so innaftur?
Gingið verður ein lítlan umveg norðuryvir og síðan suður ímóti manninum, sum nú hevur sæð meg.
Vit heilsast. Spyrji, um hann er eysturríkari. Jú, tað er hann. Eg sigi, vit hava eina avtalu, sum Sámal Bláhamar hevur smíðað. Rætt er; hetta er maðurin, Karl Maly.
Líkindini til stuttleikafiskiskap eru góð. Stilt, eitt sindur dysut og smásirm.
Millum smásteinarnar liggur eitt vakurt og blankt sjósíl, sum hann hevur fingið, hóast hann bert hevur staðið við tráðuni einar 45 minuttir.
Eisini á floti?
Upp úr innara lumma tekur hann eitt myndatól. Hann hevur longu avmyndað sílið.
Aðrar myndir, hann blaðar fram á myndatólinum, eru tiknar á báti. Nakrar hýsur og nakrir toskar í einum lítlum fiskakassa.
- Eg var á floti hósdagin og fríggjadagin. Vit royndu í Nólsoyarfirði, sigur Karl.
Hann er væl nøgdur við fongin, 10 hýsur og ein tosk hósdagin og 5 hýsur og 10 toskar fríggjadagin.
Karl er 53 ára gamalur. Hann ber aldurin væl, og hevur einki ímóti, at eg sigi tað við hann. Eitt sindur myrkur á liti, men vit spyrja ikki um upprunan.
Hann hevur verið stuttleikafiskimaður, síðan hann var smádrongur, og einki løgið er í tí.
- Bæði abbi og pápi mín vóru stuttleikafiskimenn í síni frítíð, og eg slapp við longu sum 4 ára gamalur.
Karl sigur, at hann er "crasy for fishing".
- Eins og abbi og pápi mín, elski eg at fiska, og eg brúki ein stóran part av míni frítíð við tráðuni.
Føroyar ein perla
Eysturríkarin hevur verið víða um lond og fiskað.
- Eg havi fiskað í USA, Assorunum, Suðurafriku, Írlandi, Noregi ? og nú eisini í Føroyum. Enn havi eg ikki verið í Íslandi, men hagar ætli eg mær eisini at sleppa.
Karl er sera væl nøgdur við ferðina í Føroyum og heldur, at hetta er eitt tað mest áhugaverda landið, hann hevur vitjað sum stuttleikafiskimaður. Ein sonn perla, sigur hann.
- Eg haldi, at Føroyar sum ferðamannaland á hesum økinum hava eitt velduga stórt potentiali, sum ov lítið verður gjørt við.
Hann heldur, at vinnuligir útróðrarmenn og menn, sum eiga bátar, kundu tjent væl av peningi, um teir fóru í fjørðin við útlendingum, sum ynskja at koma higar at fiska.
- Bæði á sjógvi og landi hava tit avgjørt stórar møguleikar at fáa meira burtur úr ferðavinnuni. Verður kunnað um hesar møguleikar, og hesin partur av vinnuni verður meira skipaður, er lítið at ivast í, at útlendskir stuttleikafiskimenn í nógv størri tali vildu vitjað higar til lands. Hetta vildi givið flogfeløgum, flutningsfeløgum og hotel-og gistingarvirkseminum størri inntøku ? umframt, at hetta vildi verið eitt gott íkast hjá teimum, sum vanliga rógva út ella eiga bátar liggjandi við bryggju.
Karl er einsamallur í Føroyum, men tá ið hann kemur aftur til Eysturríkis, fer hann at fortelja sínum landsmonnum frá ferðini og veldugu møguleikunum í Føroyum.
- Eg havi bæði tikið digtalar myndir og livandi myndir, sum eg fari at vísa fram.
Nøgdur við veðrið
Hann vísir á, at á Assorunum eru pálmar, og har er heitari enn í Føroyum. Her var hann til fiskiskap við einum báti, har ein maður fekk ein tunfisk, sum vigaði heili 700 pund!
- Hetta var ein ógvuliga stórur fiskur, sum mátti bindast uttanborðs.
Men Føroyar eru øðrvísi, sigur Karl.
- Mær dámar væl veðurlagið í Føroyum, tí tað er so skiftandi og gott fyri heilsuna. Ert tú á báti, er nógvur fiskur at fáa, og tú keðir teg ikki við tráðuni. Eisini í áum og vøtnum eru síl og laksur, sum fáa ein stuttleikafiskimann at brellast.
Hann sigur, at tað var ein lætti at koma úr nógv hitanum í Eysturríki í summar og upp til Føroya at fiska.
At slíkar vitjanir kunnu hava týdning fyri føroyska ferðavinnu, er eyðsæð, tí Karl telist millum tey 18 fólkini, sum umboða felagsskapin, ØFG, við meira enn 3000 limum. Sjálvur hevur hann sitið í nevndini síðan 1968.
- Tað er vist, eg komi aftur til Føroya at fiska. Hetta verður ikki komandi summar, tí tá havi eg lagt ætlanir um at vitja onnur lond, men tað er rættiliga vist, at eg komi aftur um tvey ár. Tá havi eg kanska onkran við mær, sum verður hugtikin av tí, eg havi at siga um tykkara vakra og fongríka land.
Blíðskapur og hjálpsemi
Karl sigur, at blíðskapurin og hjálpsemi í Føroyum hevur verið stórt, og hann hevur nógv gott at bera Sámali Bláhamar, sum starvast í føroysku ferðavinnuni.
- Eg kom einsamallur higar, men í Føroyum havi eg møtt nógvum fólki, sum eg bara kann bera tað besta, sigur hann.
Eysturríkarin vísir á, at í Havn liggur hópur av bátum og hesar dagarnar, hann hevur vitjað í Føroyum, hava 95% av hesum bátum ligið bundnir við bryggju.
- Í fjørðinum er nógvur fiskur at fáa; tí undri eg meg yvir, at nógvir av hesum bátum ikki loysa ein góðveðursdag um summarið.
Karl undrast eisini stórliga yvir, at fiskaprísurin í Føroyum er so lágur.
- Eg haldi ikki, at tit bara skuldu fingið 5-10 kr. fyri kilo av góðum toski og góðari hýsu, men kanska 50 kr. fyri kilo.
Hetta er so ein spurningur, vit lata fara víðari til okkara fiskimenn, fiskakeyparar og fiskaseljarar.
Teir fyrstu dagarnar í Føroyum, koyrdi Karl Maly runt og sá landið, men seinastu vikuna hevur hann verið á báti, fram við landi, við vøtnini og í áunum.