-Skal ein skiftistíð verða politisk verulig, so skal reint peningaliga innihaldið í henni vera, at føroyski búskapurin ikki skal ígjøgnum eina kreppulíknandi støðu ella vera fyri hóttafalli. Tað má vera ein skiftistíð, sum bygnaðarliga gevur føroyska samfelagnum møguleika at tillaga seg til at gerast sjálvstøðugt sigur Høgni Hoydal og vísir til, at tað er ein gongd, sum kemur at ávirka okkara vinnulív, okkara fíggjarstovnar, okkara einstøku borgarar osfr. Skiftistíðin hevur eisini eina sálarliga dimensión, ið er ómetaliga týdningarmikil í búskaparligum samanhangi. Tað vita frá kreppuni í Føroyum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður heldur ikki, at nøkur kúvending er hend frá lands-stýrisins síðu, nú eftir at Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur úttalað seg til fjølmiðlarnar um, at halda danir fast við eina skiftistíð uppá 4 ár, so verður eingin fólkaatkvøða.
- Landsstýrið hevur nú í tvey ár fyrireikað seg til samráðingarnar við danir og gjørt er eitt ítøkiligt sáttmálauppskot. Tveir fundir hava verið um tað. Tann fyrsti fundurin gekk við at fáa danir at góðkenna hetta uppskot sum samráðingarupplegg. Tað noktaðu danir fyri á fyrsta fundinum, men semja varð loksins kortini um, at hetta skuldi vera grundarlagið undir samráðingunum. Á tí næsta fundinum fingu vit politiskar ábendingar um, at øll tingini fóru at koma uppá pláss uttan tann búskaparliga partin, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur tað vera heilt týðuligt, at tað er tann búskaparliga skrúvan, sum skal spennast um tumlarnar á landsstýrinum í hesum føri. Og tað er hetta, sum løgmaður reagerar uppá.
-Vit hava bygt okkara fyrireikingararbeiði uppá tær avtalur, sum vit hava gjørt við donsku stjórnina. Tað var jú ein greið avtala, at vit skuldu gera útgrein- ingararbeiðið, og vit skuldu koma við útspælinum. Tað stendur eisini í avtaluni frá 10. juni 98 í grein 9, at vit samráðast um føroyskt fullveldi og harundir eina búskaparliga skiftisskipan, sum skal miðja móti at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap. Tað er ein klokkuklár avtala, sigur Høgni Hoydal, sum vísir á, at fundurin 15. juni snýr um at fáa realitetssamráðingar um føroyska búskapin og framtíðarútlitini fyri honum. Tvs. hvat skal til fyri at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap.
-Og tað er klárt, at vit tá tosa um ein búskap, sum ikki verður fyri hóttafalli tvs. hvat man politiskt heldur er rímuligt fyri eini skiftistíð. Fær man ikki gongd á henda partin, er talan um avtalubrot frá danskari síðu heldur Høgni Hoydal.
Realistiskan sáttmála
Hann sigur seg annars ikki skilja fjølmiðlarnar í Føroyum og Danmark, tá teir leggja nakað nýtt í orðini, sum løgmaður hevur sagt um skiftistíð og fólkaatkvøðu.
-Tað er sólarklárt. Tað hevur løgmaður sagt, og tað er landsstýrið samt um, at vit skulu hava ein sáttmála, sum er realistiskur, soleiðis at fólk fáa ein reellan val-møguleika. Um danir ikki vilja samráðast um tað búskaparliga, ikki vilja tosa búskaparliga fornuft, men bara vilja brúka tað til hóttan, so er greitt, at løgmaður sigur, at tað ber ikki til. Tí tá verður tað hazardspæl. So útmeldingarnar frá løgmanni eru gjørdar í mun til ta samráðingarstøðu, sum man stendur í beint nú.
-Men fasthalda danir, at tað verða fýra ár og hvørki meira ella minni, hvar standa vit so?
-Landsstýrið hevur sjálvandi fyrireikað seg uppá allar møguleikar, men landsstýrið má í eini samráðingarstøðu - og fer tað sjálvandi - at halda seg til tær avtalur, sum eru gjørdar. Allar aðrar gitingar og hypotetiskir spurningar er ein heilt onnur støða, sum man ikki kann fara at rokna uppá, uttan at alt endar í fullkomnari naggatódn. Fer tú at spyrja um, hvat støðan er, um danir vilja loysa ella kvetta á stokkinum, so hevur tú eina heilt aðra støðu.
Høgni Hoydal heldur ikki tað er nøkur orsøk til at fara út í ?finurligar? metingar. Man fer til samráðingar um tað, sum man hevur fingið avtalu um at røkka. Hann heldur, at spurningarnir eiga at verða settir til donsku stjórnina um, hvat hon vil røkka við ikki at fara inn í eina realitetsviðgerð.
-Vit hava sagt, at vit eru til reiðar at samráðast um eina skiftistíð, sum er rímulig, og so má samráðast út frá tí. Skal ein skiftistíð verða politisk verulig, so skal reint peningaliga innihaldið í henni vera, at føroyski búskapurin ikki skal ígjøgnum eina kreppulíknandi støðu ella vera fyri hóttafalli. Tað má vera ein skiftistíð, sum bygnaðarliga gevur føroyska samfelagnum møguleika at tillaga seg til at gerast sjálvstøðugt sigur landsstýrismaðurin og vísir til, at tað er ein gongd, sum kemur at ávirka okkara vinnulív, okkara fíggjarstovnar, okkara einstøku borgarar osfr. Og leggur hann aftrat, at tað er heldur eingin loynidómur, at hon eisini hevur eina sálarliga dimensión, sum eisini er ómetaliga týdningarmikil í búskaparligum samanhangi. Tað vita frá kreppuni í Føroyum sigur hann og heldur fram:
-Eitt var tað, sum kreppan hevði við sær í peningaligum trupulleikum. Men tann sálarliga avleiðingin av tí er eisini, at áræði, motivatión og tað at trúgva uppá, at tað fer at eydnast, skal vera við eisini. Tí er tað einasta rætta at siga, at sjálvsagt skulu Føroyar hava eina reella skiftistíð. Og hvat skal Danmark fáa burtur úr við ikki at ganga við til tað spyr Høgni Hoydal!
Ikki víst samstarvshuga
Hann vísir annars á, at danska stjórnin hevur ikki verið serliga samstavshugað í sambandi við tíðarsetingina av samráðingunum, men tað hevur so verið nakað, sum man hevur verið noyddur at liva við.
Nú minni enn eina viku undan samráðingunum vísir Høgni Hoydal á, at tað er fullkomiliga sólarklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.
-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.
Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.
Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.
-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?
-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.
Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.