Føroyar og EU
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Allan fríggjadagin verður skipað fyri stórum EU-arbeiðsdegi í Norðurlandahúsinum. EU spurningurin hevur annars verið alt meira frammi í orðaskiftinum í Føroyum hesa seinatu tíðina. Herfyri vitjaði Claus Larsen-Jensen, fólkatingsmaður hjá Sosialdemokratunum og formaður í Europanevndini í fólkatinginum, í Føroyum. Í tí sambandi fingu vit orð á hann og umrøddu nakrar spurningar um eitt nú Føroyar og EU.
Vit spurdu m.a. Claus Larsen-Jensen, um hann ikki skilur støðuna hjá føroyingum, sum vilja vera uttan fyri EU?
-Tað kann eg væl skilja út frá tí sannroynd, at tit eru so bundnir at fiskivinnuni. Og um myndin av einum EU-limaskapi er tann, at øki man í dag sjálvur hevur avgerðarrætt yvir eitt nú fiskivinnuna, verður undirgrivið, so skilji eg tað væl. Men tað eru eisini onnur perspektiv í tí europeiska samstarvinum. Tað kundi jú eisini verið, at føroyingar á øðrum økjum kundu verið við til at útbygt sítt vinnulív, soleiðis at man ikki var so bundin at dagsins fiskivinnu. Her hugsi eg um, at man frá føroyskari síðu luttók í ymiskum granskingar- og menningarætlanum. Soleiðis at tit fingu fleiri bein at standa á.
Claus Larsen-Jensen heldur, at Føroyar kundu fingið nógv burtur úr við at luttikið í granskingarætlanini hjá EU. Har liggja 500 milliardir euro ella 4000 milliardir krónur. Um man ímyndar sær, at fleiri fyritøkur í Føroyum, sum vilja troyta størri part av fiskinum, eitt nú brúka burturkast frá fiskinum til bioteknologiídnaðin, so hevði tað verið áhugavert at lagt seg eftir tí. Og tað kundu verið nógv onnur øki at farið eftir.
-Tá man er so heftur at restini av Europa hóast alt, so er tað eisini áhugvert at innsíggja, at restin av Europa í stóran mun er limur í EU. Tað merkir, at tann formelli suvereniteturin er eitt, og tann reelli suvereniteturin er nakað annað. Tann formelli suvereniteturin er sera stórur, men reellur suverenitetur er avmarkaður. Serstakliga fyri tey lond, sum eru uttan fyri EU. Teir karmar, sum verða lagdir, tá 26 lond ella fleiri eru samd um, at hesar reglur galda her, merkja eisini, at tá man er uttanfyri er man noyddur til at tillaga seg reglarnar í minni ella størri mun. Tí er metingin, um ein samlað kann klára at verja tað man gjarna vil verja, uttan at tað virkar heilt protektionistiskt og hinumegin at fáa nakrar fyrimunir, sum man í dag ikki hevur.
Claus Larsen-Jensen sigur seg annars skilja teir føroyingar, sum bera ótta fyri tí degi, tá spanskir og portogisiskir trolarar dustsúgva fiskimiðini, men samtíðis heldur hann, at føroyingar mugu taka upp eitt veruligt orðaskifti um, hvat man vil. Og so má ein seta fram sínar treytir, um ein ynskir at gerast limur. Og er hetta ein treyt, so má man taka tað við. -Míni ráð eru tá at taka samband við hini EU londini, við EU-kommisióninia og eisini donsku stjórnina og fólkatingið at tosa við restina av EU-londunum, um tað finst ein fyribils loysn, áðrenn man letur inn eina umsókn um limaskap. Men ber hetta ikki til, so er tað væl skiljandi, at føroyingar ikki søkja um limaskap.
-Er tað skeivt av føroyingum at standa uttanfyri?
-Eg skilji væl tey, sum eru bangin. Hetta við "berøringsangst". Hetta hava vit eisini upplivað í Danmark. Í veruleikanum hevur hetta víst seg at vera eitt søguligt mistak hjá okkum. Ein fær jú ikki ávirkan og ein sleppur ikki undan tí, sum man fegin vil, um man bara heldur seg vekk. Tað er bert við at vera við, har avgerðirnar verða tiknar, at tú fær møguleika at hava ávirkan. Tað merkir sjálvandi ikki, at man altíð fær viðhald. Man má eisini geva seg av og á.
Claus Larsen-Jensen heldur annars ikki, at talan er ikki um at geva suverenitet frá sær, tá tosað verður um EU limaskap og fyri tað samstarv. Talan er heldur um at vera við til at fáa lut í nøkrum øðrum, sum tú annars ikki hevði fingið lut í, var tú bara fyri teg sjálvan.
-Men kann ein so lítið tjóð sum tann føroyska fáa nakra ávirkan í einum so stórum felagsskapi?
-Gerast tit limir, so fáa tit sjálvandi eina skipan, sum hevur tilknýti til danska limaskapin. Tit fara neyvan inn sum sjálvstøðugur limur. Men tað ber tó neyvan til at siga nakað vist um tað nú, tað veldst eisini um, hvussu skipanin millum Føroyar og Danmark fer at vera í framtíðini, eitt nú Heimastýrisskipanin. Har eru longu smá lond við í EU, eitt nú Malta, Cypern og eitt nú Luxemburg, sum hevur verið við frá byrjan. Eitt land sum Luxemburg hevur sera stóra ávirkan. Europeiska samstarvið er ikki merkt av, at tey stóru traðka á tey smáu. Talan er um eitt javnbjóðis samarbeiði, har stór og smá lond sita saman. Hóast stóru londini við sínum inngjaldingum hava mest at siga, so síggja vit tó í dag, at meirilutin av limunum í EU eru smærri tjóðir. Og at hetta eisini setur og fer at seta sín dám á felagsskapin ? her ikki minst til tað so týðandi fjølbroytni.
At tað eru so mong smærri lond við ger, at tey størri londini eru noydd til at taka hædd fyri hesum veruleika fyri í heila tikið at fáa samstarvið at koyra og skipanina at virka.
Tosið um Europa
Claus Larsen-Jensen heldur, at føroyingar eiga at byrja at tosa um europeiskan politikk og føroysku plaseringina í hesum sambandi eins væl og man tosar um føroyskan og danskan politikk. -Latið vera við at gera hetta við EU til nakað heilt serligt. Metið tað sum ein part av tí vanliga orðaskiftinum. Ger tú ikki tað gerst jú blindur, tí tá byggir ein síni sjónarmið og hugsanir á, hvussu ein heldur hini eru og hvussu tað vil ávirka ein sjálvan. Týdningarmikið er at fáa hesa forðingina burtur og tað er nógv meira týðandi enn at taka upp eitt orðaskifti um, antin Føroyar skulu vera limur ella ikki. Finnið heldur út av hvussu samstarvið er skrúvað saman, hvussu kann tað ávirka Føroyar uppá gott og ilt.
Eg haldi eisini, sigur hann víðari, at tað er umráðandi at finna fram til, hvørji øki Føroyar, hóast man ikki er limur av EU, kunnu hugsast at luttaka í. Har kunnu vera øki, eitt nú innan útbugving, har føroyingar kunnu samstarva við EU-stovnar. Tað gera bæði íslendingar og norðmenn, sum luttaka í bæði útbúgvingar- og granskingarætlanum.
Føroyingar eiga at hava ein dialog við EU-fyrisitingina í fólkatinginum og við uttanríkismálaráðið, har man kundi tikið upp eitt prát um samstarv uttan yvirhøvur at tosa um limaskap. Eins og Ísland, Noreg og Sveits gera tað. Og fáa fyrimunir av tí.
Formaðurin í EU-nevndini í Fólkatinginum heldur tað er sera avgerandi ikki at brúka allar kreftir til at fáa eina konfrontatión við EU og fáa stóran part av fólkinum at ganga ímóti EU. Heldur eigur man eins og onnur lond, sum eru uttan fyri EU, at brúka orkuna konstruktivt og uppá at knýta samstarv, har hetta er gjørligt og náttúrligt.
-Tá nú hvørki Noreg, Ísland, Grønland og Føroyar vilja vera limir í EU, so má tað væl vera tí, at hetta hevur sínar orsøkir!
-Tað er nakað, sum er felags og nakað sum er ymiskt fyri støðutakanina hjá hesum londum. Eitt nú fiskaríið. Men taka vit t.d. vinnulívið í Íslandi í dag, so síggja vit stórar broytingar, har umleið 70% av vinnulívinum hava tilknýti til tænastuvinnuna. Tvs. at man er ikki so bundin at fiskivinnuni sum higartil. Og tað merkir, at eisini íslendingar byrja at endurskoða og tosa um sína støðu mótvegis EU. Íslendsk fakfelagsrørsla og eisini politiskt frá sentrum og út til vinstru er man nú eisini farin at tosa um limaskap. Grønland er í eini serstøðu, tí landið hevur nakrar skipanir við EU, sum føryingar ikki hava. Teir vóru jú fyrst limir fyri so at melda seg úr aftur. Noreg er nakað fyri seg, har norður og suður problematikkurin hevur nógv at siga. 90% av inntøkunum hjá norska landbúnaðinum koma frá statinum. Og hevði Noreg ikki átt atgongd til stóra oljuríkidømið, so hevði landið fyri langari tíð síðani havt eitt annað tilknýti til EU.
Eg haldi sjálvur, at bæði Noreg og Ísland fara at gerast limir í EU fyrr ella seinni. Tað eri eg sannførdur um. Eg trúgvi eisini, at tað fer at vera innanhýsis kapping teirra millum, hvør verður fyrstur at søkja.
Fjølbroytni framtíðin
Danski europapolitikkarin vísir á, at tað, sum eyðkennir EU í løtuni er, at fleiri og fleiri lond í útjaðararnum verða limir og harvið fær tú eisini nógv størri fjølbroytni. Tí verður spurningurin um reglar sera aktuellur. Hvat er tað fyri fjølbroytni vit ynskja og hvussu nógvar reglar skulu vit tá hava? So støðan vil vera ymisk frá Norðuratlantshavinum til Danmark og víðari til Grikkalands og aftur víðari til londini í Eystureuropa. Hetta fjølbroytni má ikki gerast til ein trupulleika, tí alt skal standardiserast. Men nettup tí vit øll søguliga og menningarliga hava eina ymiska bakgrund, so skal tað vera eitt felags fundament og ikki ein trupulleiki. Vit skulu ikki enda sum eitt standardiserað og keðiligt USA.
-Hvørjar trupulleikar ella spurningur sær tú fyri tær, um Danmark góðkennir EU grundlógina, og Føroyar samtíðis eru uttan fyri EU men partur av danska ríkinum?
-Stórt sæð síggi eg als ongar trupulleikar í hesum. Skipanin við at taka avgerðir verður nakað broytt og virðisgrundarlagið verður styrkt. Spurningurin er m.a., hvat tað eru fyri felags euorpeisk virði, sum vit skulu verja um. Tað er so nakað, sum Føroyar saman við Danmark longu frammanundan hava skrivað undir uppá eitt nú í sambandi við europeisku mannarættindakonventiónina. Kravið er, at hetta eru rættindi, sum borgarar, virki og felagsskapir hava í mun til EU-stovnarnar, eins og tey somu rættindi vit hava í dag sum borgarar í einum stati. So talan er ikki um nakrar forðingar ella minkandi rættindi, tvørturímóti sigur Claus Larsen-Jensen.