Lutakast hevur júst verið til fyrsta stigið av undankappingini til HM í kvinnuhondbólti í 2021.
Føroyar skulu dystast við Sveis og Hvítarussland eitt vikuskifti í heyst. Tvey tey ovaru liðini sleppa víðari til næsta stigið, har uppaftur sterkari tjóðir standa fyri skotum.
Sí eisini: Spennandi HM-lutakast í dag
Føroyar fingu sterka mótstøðu, við at draga Hvítarussland úr styrkisbólki 1 og Sveis úr styrkisbólki 2. Eftir at bólkarnir vóru drignir, var spenningur um, hvør fór at fáa fyriskipanarrættin til dystirnar, sum skulu avgreiðast á einum stað eitt vikuskiftið í heyst. Tað lutakastið hættaði seg soleiðis, at liðini í rað (styrkisbólki) 4 fingu fyrsta rætt at skipa fyri, harnæst fall rætturin til rað 1, og heilt at enda rað 3, har Føroyar vóru.
Tað vil siga, at um dystirnir skulu vera í Føroyum, skulu fyrst Hvítarussland síðani Sveis geva rættin frá sær.
Dystirnir kunnu annaðhvørt leikast í vikuskiftinum 27-29. november ella 4-6. desember.
Skulu næstan bara gera sum seinast
Seinastu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið luttók í slíkari undankapping, kom eitt sera gott úrslit og eitt heldur keðiligt. Tað var í Sveis í desember 2018, at føroyska liðið byrjaði við ósigri ímóti einum lítið sannførandi finskum liði.
Men dagin eftir fingu føroysku kvinnurnar uppreisn, við at vinna tryggan og sannførandi 25-21 sigur á Litava, ið vóru risastórir favorittar henda dagin.
Tað rakk ikki til víðari luttøku, tá ið vertstjóðin Sveis var ov sterk í verjuni, vann 23-19, og sendu Føroyar á triðja plássið. Jøvn í stigum við Finnland og Litava, sum stjól næstfremsta plássið við stórsigri á Finnlandi.
Tá slapp bert fremsta liðið í bólkinum víðari, men í hópinum var kortini iðran, Tá leikararnir kendu seg í minsta lagið hava dygdirnar til næstfremsta plássið í bólkinum. Tað kunnu tær so leggja seg eftir aftur hesaferð, og hóskandi koppa Sveis sum tøkk fyri seinast.
Bólkur 1
Slovakia, Ukraina, Ísrael, Luksemborg
Bólkur 2
Norðurmakedónia, Ísland, Litava, Grikkaland
Bólkur 3
Turkaland, Portugal, Finnland
Bólkur 4
Eysturríki, Italia, Kosovo:
Bólkur 5
Hvítarussland, Sveis, Føroyar