Føroyingar stóðu seg væl á talvolympiaduni í Istanbul, sum endaði í dag. Í seinasta umfari vunnu vit 2½-1½ á Myanmar. Endaliga úrslitið var, at Føroyar gjørdust nummar 68 av teimum 157 londunum í kappingini. Føroyska talvlandsliðið var styrkismett nummar 74.
Føroyska liðið fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum, og endaðu tí í ovaru hálvu í kappingini. Talan er helst um besta úrslit hjá Føroyum á talv-OL. Vit vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnar. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi. John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig, Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) 4½ stig, John Arni Nilssen (2. borð) 4 stig og Jóan Hendrik Andreasen (4. borð) fekk 3½ stig, siga tey frá Talvsambandinum.
Fremstu londini vóru hesi: 1. Armenia 2. Russland 3. Ukraina 4. Kina 5. USA. Av norðurlondum var Svøríki fremst á 16. plássi, Danmark gjørdist nummar 18, Noreg nummar 45 - Magnus Carlsen, sum í løtuni verður mettur sum heimsins besti telvari, var ikki á norska liðnum hesaferð - Ísland endaði nummar 47, Føroyar sum nevnt nummar 68 og Finnland nummar 74.
Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Tá verður telvað í Tromsø í Noregi.