Føroyar og Grønland umrøtt veðurlagsmál

Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hittust

undir ársfundinum hjá nordurlandaráðnum í Stokkhólmi. Evnið á fundinum var nýggja

veðurlagsavtalan, sum skal samtykkjast í Keypmannahavn, og møguleikarnir hjá Føroyum

og Grønlandi at gerast partur av nýggju avtaluni.

Kuupik Kleist og Annika Olsen eru á einum máli um, at tað er umráðandi, at Danmark

sjónliga arbeiðir fyri, at bæði Grønland og Føroyar verða við í nýggju veðurlagsavtaluni.

Henda boðskap fara tey bæði hvør í sínum lagi at bera fram mótvegis danska veðurlagsráðharranum Connie Hedegaard, sigur innlendismálaráðið.