Bjørk hevur gjørt lagið Declare Independence til sjónbandalag og Føroyar og Grønland hava týðandi leiklut Sangurin er um Føroyar og Grønland, ið eru í ríkisfelagskapi við Danmark. Bjørk vil hava Føroyar og Grønland og Grønland at vera sjálvstøðug. (Heitið kann kanska týðast til; Krevjið frælsi)
Sjónbandið vísir Bjørk, ið tosar við hermenn. Teir eru í klæðum, ið hava føroysk og grønlendsk fløgg fest á, sigur heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, og ger vart við, at Bjørk við hesum ger púra greitt, at hon vendir sær til føroyingar og grønlendingar.