Føroyar og IWC - Altjóða Hvalaveiðinevndin - 2003

Tann 55. ársfundurin í Altjóða hvalaveiðinevndini (IWC) verður hildin í Berlin í døgunum 16. ? 19. juni 2003. Tey seinastu árini hava Føroyar havt ein virknan leiklut í donsku sendinevndini í IWC. Millum annað av tí at Ísland gjørdi av í 2001 at melda seg innaftur í IWC eftir 10 ár uttanfyri, hava Føroyar fylgt væl við í samráðingunum um at finna eina varandi loysn til tess at IWC aftur kann virka sum umsitingarstovnur fyri stórhval.
Støða Føroya er kortini framvegis tann, at økisbundna samstarvið í NAMMCO (norðuratlants samstarvsnevndin fyri havsúgdjór) er í fullum samsvari við ásetingarnar í havrættarsáttmálanum um at lond skulu samstarva um vernd, umsiting og gransking av hvali gjøgnum hóskandi millumtjóða felagsskapir. Føroyar eru stovnandi limur í NAMMCO saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi.
Bæði Noreg og Ísland royna at loysa ósemjuna um vinnuliga stórhvalaveiði í IWC heldur enn at brúka NAMMCO til samstarv um umsiting av stórhvalum. Grønland fær harumframt kvotur fyri stórhvalir í IWC høpi undir heitinum "upprunafólkaveiði".
Áhaldandi stóra ósemjan í IWC í mong ár setir tó spurningin, um altjóða hvalaveiðinevndin fer nakrantíð í framtíðini at vera før fyri at taka avgerðir um umsiting av hvalastovnum og tískil aftur at virka sum ein hóskandi millumtjóða felagsskapur sambært havrættarsáttmálnum.
Nøkur limalond í IWC hava sagt seg ongantíð vera til reiðar at góðkenna kvotur fyri vinnuligari stórhvalaveiði aftur, hóast hetta er endamálið hjá IWC. Uppaftur fleiri lond vilja seta so mikið streng krøv til eftirlit fyri framtíðar vinnuligari stórhvalaveiði, at hon valla hevði loyst seg búskaparliga undir slíkum treytum. IWC reglur krevja, at tríggir fjórðingar av limalondum mynda eitt fleirtal fyri at taka umsitingarligar avgerðir, og eitt slíkt fleirtal sýnast framvegis ikki at vera til staðar millum tey 49 limalondini.
Í fleiri ár hevur almenna kjakið ímóti hvalaveiði verið bygt á tað grundarlag, at hvalaveiði er "ólóglig" sambært IWC og at tað ikki ber til at tryggja eina burðardygga gagnnýtslu av stórhvalum. Um so er, at IWC fer aftur at virka sambært sáttmálanum, kann hetta samstundis vera við til at fáa í rættlag aftur eina fatan av hvalaveiði sum vanlig vinnugrein, ið til ber at samstarva um. Tað hevði havt stóran týdning fyri øll hvalaveiðilond, eisini fyri Føroyar, uttan mun til um Føroyar taka stórhvalaveiði uppaftur í framtíðini ella ikki.
IWC og stórhvalaveiði - bakstøði
? Í ár eru 21 ár síðan IWC samtykti (í 1982) eitt fyribils bann fyri vinnuligari hvalaveiði, sum kom í gildi í 1985/86. Ætlanin var, at hvalaveiðibannið skuldi endurskoðast í seinasta lagi 1990, við atlit at stovnsmetingum og einari nýggjari kvotuskipan, soleiðis at kvotur aftur kunna setast til tess at tryggja eina burðardygga gagnnýtslu av stórhvalastovnum.
? Í 1992 var IWC vísindinevndin liðug við sínum arbeiði við at gera eina nýggja kvotuskipan fyri stórhvalaveiði, tann sokallaða RMP (Revised Management Procedure). RMP má sigast at vera ein av heimsins tryggasta skipanum fyri umsiting av villini djórum, har, ið jú størri óvissan er um stovnsmetingar, jú lægri verða kvoturnar. Tó er RMP skipanin enn ikki tikin í nýtslu, hóast hvalateljingar og aðrar umfevnandi kanningar hava síðan víst, at fleiri hvalastovnar, m.a. flestu sildrekastovnar, eru væl fyri og tola eina ávísa gagnýtslu.
? Avgerðir um at seta í verk RMP kvotuskipanina hava verið útsettar meðan limalondini hava arbeitt í næstan 10 ár við at finna semju um eina eftirlitsskipan fyri stórhvalaveiði ? tann sokallaða RMS (Revised Management Scheme). Umframt RMP, skal RMS eisini áseta neyvar reglur fyri eina altjóða eftirlitsskipan, m.a. við IWC eygleiðarunum umborð á hvalabátum. Fleiri og størri krøv hava verið sett síðan 1994 um, hvørjar reglur ein endalig RMS eigur at áseta, og ósemjan millum IWC limalondini um hesa skipan er seinasta tøkniliga forðingin í dag fyri at kvotur aftur kunna verða samtyktar í IWC.
IWC í Berlin 2003
? Eitt av høvuðsevnunum á fundinum í Berlin verður eitt uppskot til samtyktar - tað sokallaða Berlin Initiative on Strengthening the Conservation Agenda of the International Whaling Commission. Sæð frá føroyskum sjónarhorni, er uppskotið ein roynd at skilmarka av nýggjum orðið conservation (vernd), og við hesum eisini óbeinleiðis at endurtulka endamálsgreinirnar í IWC sáttmálanum til bert at fevna um vernd og ikki gangnýtslu av stórhvalum. Uppskotið nevnir als ikki RMS-tilgongdina, tvs. alt arbeiðið við at finna varandi loysnir til tess at IWC aftur fer at umsita stórhvalastovnar.
? Verður hetta uppskotið samtykt í Berlin, uttan samstundis at fáa ein greiða trygd fyri, at RMS skipanin verður endaliga samtykt skjótast gjørligt, so verður gjógvin millum hvalaveiðilondini og hini uppaftur djúpri enn frammanundan, og ein endalig loysn fyri vinnuligari hvalaveiði longri burtur enn nakrantíð.
Kunning um Føroyar í IWC høpi
? Støða Føroya er tann, at IWC onga heimild hevur at umsita veiði av smáhvalum, sum grindaveiði í Føroyum. Hetta hevur ikki minst samband við, at Føroyar samstarva millumtjóða um smáhval gjøgnum limaskap í NAMMCO og hava ynkst at styrkt støðu NAMMCO sum samstarvsfelagsskapin á økinum.
? Hendan støðan varð staðfest eftir IWC ársfundin í Dublin í 1995, tá ein samtykt (einmælt) viðurkendi ábøturnar í drápsháttinum í grindadrápi, og varð í veruleikunum við til at taka kjakið um grind (og í størri mun eisini umsiting av smáhvalum sum heild) av dagskránni í IWC. Síðan kom í 1997 ein endalig niðurstøða hjá umsitingarnevndini í NAMMCO, grundað á ráðgeving frá NAMMCO vísindanevndini, um at grindaveiði í Føroyum er burðardygg.
? Høvi verður kortini brúkt í IWC høpi at kunna IWC limalond um seinastu veiðitølini, broytingar í reglum og samstarv Føroya í NAMMCO, tá ið tað snýr seg um grind. Dentur verður lagdur á, at slík kunning er óformlig fyri einstøk lond, og ikki formliga løgd fram á IWC fundum.
Kunningartilfar:
Whales and whaling in the Faroe Islands - Update on catches, research and other activities 2002 - 2003 (Løgmansskrivstovan, June 2003)
The Faroe Islands & International Cooperation on Whale Killing Methods (Løgmansskrivstovan, juni 2003)
? Síðan Føroyar fóru at innflyta stórhvalatvøst úr Noregi í mars 2003, hevur málið vakt ans í øðrum londum og fleiri spurningar eru settir um grundarlagið fyri hesum handli í mun til altjóða reglur og samtyktir. Í IWC høpi verða handilsspurningar ofta frammi í kjakinum, hóast IWC onga heimild hevur at viðgera handilsspurningar. Eins og við grind, verður høvi brúkt í IWC høpi at kunna onnur lond beinleiðis um grundarlagið og treytirnar fyri innflutningi av stórhvalatvøsti úr Noregi, uttan at góðtakast kann, at hetta málið verður viðgjørt í nevndini.
Kunningartilfar:
Imports to the Faroe Islands of minke whale meat from Norway (Løgmansskrivstovan, juni 2003)