Bogi Eliasen
B.A. scient.pol
Ráðgevi í Stats- og Fólkarættarliga kanningarbólkinum
Serritaskrivandi
bgls@get2net.dk
????????????????
Við jøvnum millumbili verða spurningar viðvíkjandi Føroyum og ES tiknir fram. Motivinið eru sera ymisk. Nógv av teimum sum vilja inn í ES, vilja tað fyri marknaðaratgongd, oftast fyri teirra egna virkið ella virkið tey arbeiða fyri. Tey, sum eru ímóti, eru tað bæði av fundamentalum orsøkum, har ES verður sæð sum tað ljóta djórið; av sjálvstýrisávum, har hugsanin er at øll yvirtikin málsøki verða tikin frá okkum við ES innliman og at øll ávirkan á fiskuvinnupolitik og veiðu verður avgivin við limaskapi. Men ES er ikki bara marknaðaratgongd, ódjór ella fiski-vinnupolitikkur. ES er ein politiskur felagsskapur, sum er við at menna seg til eitt samveldi av londum
Sjálvt um ES ikki einans er marknaðaratgongd mugu vit hugsa um at verða partur av núverandi alheimsgerð, soleiðis at tað gagnar okkum best, ikki bert fyri marknað, men fyri føroyska samfelagið sum heild. Her er marknaðaratgongd fyri føroyska framleiðslu ein partur, men vit mugu ikki gloyma at fiskivinnupolitikkur er grundarlagið fyri at hava fiskaútflutning, sum krevur marknað!
ES, ríkisrættarliga støðan og grundlóg
Eg dugi væl at sígga nógvar fyrimunir við ES, eins og vansar, og serliga fyri størru londini á europeiska meginlandinum eru fyrimunir við hesum samstarvi. Meðan eg haldi tað verða meira ivasamt, um Føroyar, samanumtikið, fær ágóða av einum slíkum limaskapi. Men fyri at viðgera henda spurning, er neyðugt at lýsa hvørjir møguleikarnir eru ídag.
Eg vil tó viðmerkja, at eg havi valt ikki at skriva hesa lýsing av ES-málinum fyrrenn nú, tí eg ikki havi ynskt at elva til eina samanelving av kjakinum um grundlóg, ES og ríkisrættarligu støðu Føroyar, sum eftir mínum tykki er tríggir ymiskir spurningar, íð hava stóra ávirkan á hvønn annan og tí ikki kunna skiljast heilt hvør frá øðrum. Men eftir at hava sitið tríggjar dagar á grundlógarráðstevnu, uttan at hesin spurningur var nevndur av hvørki andstøðu ella samgongu politikkarum, serfrøðingum ella vanliga ráðstevnuluttakaranum, haldi eg at spurningurin má takast fram. Ein av avleiðingunum av globalismuni er, at ikki ber til at fjala seg mitt í Atlansthavi longur. Heimurin broytist og eisini vit í Føroyum mugu taka støðu til hvussu, og hvat samfelag vit ynskja í framtíðini, sum hvørt vit vilja tað ella ikki, er tengt at heiminum kring okkum.
Donsku ES undantøkini
Føroyar er ikki limur er ES, tað er Danmark. Danmark er tó limur við undantøkum, soleiðis at verja, gjaldoyra, borgararættur (innføddsrættur) og rættarlig og innanlendisviðurskifti á yvirstatsligum støði ikki er umfatað. Kanska er rættast at siga, at Danmark er limur, meðan ríkisfelagsskapurin ikki er.
At taka undantøkini av, verður javnan tosað um í Danmark. Tað tykist sum um stórur partur av politikarunum eru fyri, meðan tað er meira ivasamt við fólkinum, sum tó verður meira og meira fyri at taka undan-tøkini av. Harafturat verður arbeitt við gera eina ES grundlóg, eitt arbeiði sum er farið í gongd í øllum limalondunum.
Ríkisrættarliga støðan, grundlóg og ES, samanhangandi?
Hví ber ikki at til at skilja grundlóg, ríkisrættarligu støðuna og ES frá hvørjum øðrum?
Samráðingar hava verið millum føroysku og donsku stjórnina um møguleikar at yvirtaka málsøkir, sum ikki standa á lista A ella B. Hetta er tað sum t.d. Hans Pauli Strøm kallar ABC leisturin. Áhugavert, men longu í grønlensku heimastýrisskipanini frá 1979, er hesin møguleiki staðfestur fyri Grønland. Tað, sum eg haldi verða serstakliga løgið er, at í hesi semju, sær tað út sum fýra økir, skýrd kjarnin í suverenitetinum, ikki kunna yvirtakast. Hesi fýra øki eru verja og trygd, borgararættur og føroysk uttanlandsviðurskifti og hægstirættur. Men hetta er jú økir, sum eru "á veg til ES". Verja , rættarskipanin og borgararættur er umfatað av donsku undantøkunum, meðan uttanlandsviðurskifti verða samskipaði í ES og helst verða enn meira samansjóðaði í framtíðini. Tað hongur við øðrum orðum ikki saman, at somu økir eru suverenitetskjarnin í spurninginum um Føroyar og/ella Grønland ætla at yvirtaka, men ikki eru tað, tá tey verða flutt til ES.
Sum er, verða altjóða málsøkir, har Danmark er bundið av ES og Føroyar og Grønland hava áhugamál, skipað eftir tí sokallaða DFG frymlinum, tvs. Danmark vegna Føroyar og Grønland.
Hetta soleiðis, at Danmark formelt stendur fyri limaskapi vegna Føroyar og Grønland í altjóða felagsskapunum NAFO, NEAFC og NASCO, tí Danmark her er partur av ES limaskapinum.
Føroyar hava valt ikki at verða limur í ES, tí má tað sigast at verða serstakliga ódemokratiskt um Danmark letur ES økir, uttan samstundis at geva Føroyum møguleika at yvirtaka tey ella á annan hátt skipað tað soleiðis, at Føroyar hava ávirkan á og beinleiðis atgongd til hesi økir.
Grundlógin. ES er farið ígongd við at smíða eina grundlóg, og er spurningurin ikki um, men nær hon kemur. Eisini her hava vit tørv at gera okkara egnu grundlóg, Føroyar er ikki partur av ES, Danmark verður helst partur av eini felags ES grundlóg, her mugu vit sjálvi arbeiða við at skipað okkum, eisini grundlógarliga. Sum er ynskja føroyingar ikki at verða limir í ES, og tað má neyðturviliga skiljast sum vit hava onnur virði enn ES, og tí hava vit eisini tørv á at hava eina grundlóg til tey økir, har vit hava onnur virði enn ES og Danmark, tí føroyingar ynskja heldur ikki at verða nærri tengdir at Danmark. Men somuleiðis má tað merkja, at vit ikki vilja hava ríkismál stýrd av ES. Meðan kjakið í Føroyum enn snýr seg um, hvørt tað er møguligt at hava eina føroyska grundlóg, tá ríkið hevur eina, er ES longu farið at smíða eina til felagsskapin.Tað merkir ikki at limalondini skula strika sínar egnu grundlógir. Sama ger seg galdandi viðvíkjandi borg-ara- ella innføðisrætti, í ES er lagt upp til at hava tvinnar rættir, td. ES og danskan ella ES og týskan, alt eftir hvar ein kemur frá. Í t.d. Týsklandi, hevur ein persónur úr landinum Bayern borgararætt í Bayern og Týsklandi.
Støðan gerst ikki nógv øðrvísi við tí sum má metast at liggja í nýggja leistinum við eini yvirtøkulóg. Her verður gjørt soleiðis at øll økir, uttan tey sum eru suverænitets-kjarnin, kunna yvirtakast í einari process og soleiðis skal ikki samráðast um hvørja yvirtøku serkilt. Hetta er ein pragmatisk loysn, men aftur verður suverenitetskjarnin sagdur at verða uttanríkismál, verja- og trygd, borgara-rættur og hægstirættur, altso økir, sum í stóran mun kunna verða lætin ES.
Møguleikarnir
Við bakstøðið í hesum síggi eg fýra møguleikar.
1.Verða verðandi uttan fyri ES og yvirtaka málsøkini, sum Danmark letur til ES. Vil tó framhaldandi skapa trupulleikar viðvíkjandi uttanríkispolitikkinum á hesum økjum, sum sæst t.d. við DFG skipanini, men eisini IWC.
2.Innliman sum partur av Danmark og fáa vit kanska ein av donsku limunum í ES parlamentinum, eins og Grønland hevði og Føroyar hevur í Norðurlandaráðnum.
3.Innliman sum fullveldi, er møguligt nú Malta kann.
4.Falskt status quo, lata sum um alt er tað sama og soleiðis gerast eitt assymetrisk kondominium millum Danmark og ES, har ríkismál verða stýrd úr Brússel, uttan at vit eru limir av ES
Ad 1/ Her yvirtekur Føroyar tey økir, sum Danmark letur til ES. Hetta loysir ikki trupulleikan við hvussu uttanríkisparturin av yvirtiknum málsøkjum skal loysast, sum sæst innan DFG-skipanina og t.d. IWC. Harafturat er tað tengt at hvat Danmark ger og ikki at føroyskum ynskjum.
Ad 2/ Innliman sum partur av Danmark, merkir at ein stórur partur av málsøkjunum vit hava yvirtikið kemur undir ES vald. Meðan Grønland var ES limur, hevði Grønland ein av donsku sessunum í europaparlamentinum, og er tað kanska møguleikin, men hugsast skal um at Danmark til næsta ES val missir tvey umboð, frá 16 til 14, orsaka av landatilgongd til felagsskapin, sum kann gera tað torført at fáa ein lim.
Ad 3/ Innliman í ES sum fullveldi, krevur at Føroyar fyrst gerst fullveldi og síðan limur í ES. Fyrr hevur verið sagt at ES ikki vil hava pinkulond við, men eftir at Malta hevur fingið loyvið, er hetta ikki eitt mark longur. Krevur at vit lata ES málsøkir, eins og hini limalondini. Tvs. at fiskivinnan verður latin ES.
Ad 4/ Falskt status quo. Lata sum um alt er tað sama og verða stýrd úr Brússel á teimum málsøkjum Danmark letur ES og Føroyar ikki hevur yvirtikið. Soleiðis missa vit alla ávirkan á hesi ríkismál, sum ídag hóast alt er ígjøgnum Fólkatingið.
Eftir míni meting verða vit noydd at taka hetta kjakið, um hvønn veg vit vilja og tað er hvørki eitt einfalt ella lætt val vit skula taka. Tó vil eg leggja áherðslu á, at ES ikki bara er marknaðaratgongd ES er ein politiskur felagsskapur, sum er við at menna seg til eitt ella annað slag av samveldi. Ríkisrættaligan støðan hevur ávirkan á, hvat samstarv vit kunna hava við ES og ein av høvuðsboðskapunum í Reyða Álitinum, var júst at finna eina politiska semju á hesum øki, fyri at fáa best møguligu avtaluna við ES.
5. Møguleikin
Ein fimti møguleiki kundi sjálvsagt verið, at Føroyar slap at avgera um málsøkini skulu til Brússel, men við tí kravið, at tey einsæris kunnu afturtakast, soleiðis at um málsøkini fara til Brússel so verður tað gjørt við eini avtalu millum Føroyar og Danmark/ES, ella við at yvirtaka tey málsøki, sum Danmark letur ES. Her má verða gjørligt at samráðast um eina praktiska loysn á altjóða partinum av yvirtiknum málsøkjum.
Uppskotið - simultanar fólkaatkvøður
Mítt uppskot er simultanar (samstundis) fólkaatkvøður, soleiðis at tá Danmark heldur fólkaatkvøðu um at lata økir til ES, ið ikki eru yvirtikin málsøki, her verður serliga hugsað um sonevnd ríkismál, sum sambært núverandi útsøgnum ikki kunna yvirtakast, heldur Føroyar (og møguliga Grønland) samstundis fólkaatkvøðu um, hvørt hesi málsøki skula yvirtak-ast.
A og B mál, sum Danmark letur ES, áttu ikki at givið nakrar trupulleikar, tí tey kunna jú yvirtakast.
Samanumtikið má ásannast, at vit í Føroyum mugu taka støðu til um vit vilja hava málsøkir stýrd úr ES, einum felagskapi vit ikki ynskja at verða limir í, ella at vit byrja at finna loysnir sjálvi, hvussu vit skulu gera, tá Danmark fer at lata økir til ES, sum ídag eru ríkismál. Falskt status quo, sum verður úrslitið, um vit einki gera, hevur í veruleikanum við sær at málsøkir stýrd føroyinga vegna, verða flutt til ein felagsskap vit hava valt ikki at verða partur av, og soleiðis er tað avgerðin vit taka, um vit onga avgerð taka. Alheimurin steðgar ikki, tí vit føroyingar ikki vilja umrøða evni.
Simultanar fólkaatkvøður hóska væl til leistin í uppskotinum hjá Hans Paula Strøm um eina "tjóðskaparliga semju", við støði í okkum sjálvum,sum, soleiðis sum eg skilti kjakið á Grundlógarráðstevnuni, politisku flokkarnir halda verða eitt gott hugskot.
Sjálvandi ber eisini til at gerast limur í ES, men limaskapurin hevur m.a. við sær at fiskivinnupolitikkurin skal stýrast úr Brússel, har vit kanska kunna ávirka við einari atkvøðu í parlamentinum.