Nógv fólk vóru samankomin í dýrdarveðrinum á Svangaskarði til dystin - og áksoðararnir væntaðu sær eisini nakað, eftir 1-1 úrslitið móti Skotlandi leygardagin.
Bosnia legði seg á odda í 13 min., men tað eydnaðist Una Arge at javna eftir fríspæli frá Toda Jónsson tá slakir 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Men seinni hálvleikur var ikki meira enn 3 minuttir gamal, tá Uni Arge aftur skeyt mál eftir avlevering frá Allan Mørkøre. Men Føroyar hildu ikki leiðislu leingi, tí fáa minuttir seinni javnaði Bosnia.
Tað leikaði javnt á, men miðskeiðis í seinna hálvleiki varð bríkslað fyri brotssparki til Føroyar, tá Todi Jónsson varð feldur.
John Petersen varð settur at skjóta, men brendi, tá málmaðurin bjargaði skotinum.
Báðir partar høvdu fleiri málmøguleikar, men fleiri mál komu ikki.
Føroyar hava nú trý stig í kappingini.