Føroyar stuðla og veita ráð um móðurmjólk

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at stuðla Mercy Corps við 627.000 kr. til at seta í verk ætlanina at byggja upp eitt fyrimyndarumhvørvi viðvíkjandi bróstageving Endamálið er at seta í verk áheitanina hjá heilsustovninum undir Sameindu Tjóðum um heilsupolitikk á pinkubarnaøkinum, sonevndu ?Ten steps to Successful Breastfeading?, sigur uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Ein partur av verkætlanini er, at jarðarmøður og læknar í Jakarta fáa vitan um føroyskan politikk og mannagongdir á økinum. Hetta verður gjørt saman við Ljósmøðratænastuni og Barnatænastuni hjá Nærverkinum.

Uttanríkisráðið sigur, at mett verður, at okkara heilsupolitikkur á pinkubarnaøkinum kann blíva ein førleiki, har Føroyar kunnu veita serkøna ráðgeving. Smábarnadeyði í Indonesia er lutfalsliga høgur, og kanningar vísa, at smábarnadeyðin hevði minkað við 22%, um børnini fingu móðurmjólk innan fyrsta tíman eftir føðing.