Føroyar sum partur av norðuratlantisku verjusamgonguni

Almennur fyrilestur verður á Fiskirannsóknarstovuni í kvøld 15. des. 1999 kl. 20.00 Jákup Thorsteinsson, Dr. Phil., heldur fyrilestur, ið hann kallar: Føroya sum partur av norðuratlantisku verjusamgonguni. Hetta er annar fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók

Jákup Thorsteinsson hevur skrivað ritgerð um søguligu-statsrættarligu viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum við serligum atliti at politisku støðuni í 19. øld. Seinri hevur hann ført gransking sína á hesum øki fram móti nútíðini. Hann var limur í stýrisbólkinum, sum Landsstýrið setti at kanna hernaðarmálini (NATO- og loranmálini) í Føroyum í 50- og 60-árunum, og hann hevur savnið inn søguligt keldutilfar hesum viðvíkjandi í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn og skjalasavni Landsstýrisins í Tinganesi.

Við støði í politisku hendingunum í Føroyum í 1940-árunum snýr fyrilesturin seg um hernaðarmál og politikk í Føroyum í 1950- og 60-árunum. Serlig evni, ið verða umrødd, eru heimastýrislógin, innliman Føroya í NATO, ymisk hernaðarlig áhugamál hjá NATO, USA og Danmark í Føroyum, føroyskur politikkur í hesum samanhangi og politisku viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum í nevnda tíðarskeiði.


Fróðskaparsetur Føroya