Føroyar sum sinnisstøða

Sum skaldsøga eydnast Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? eftir norska høvundan Johan Harstad, best, har hon verður ein lýsing av Føroyum sum lemjandi sinnisstøðu

30 ára gamli norðmaðurin Mattias, sum hevur mist alt heima í Stavanger, er komin til Føroyar saman við einum rockbólki, sum skal spæla á eini konsert á Ólavsøku. Hvat hendi umborð á Norrønu er ógreitt, men næstu løtu raknar Mattias við í oysregni onkustaðni á Hvítanesvegnum, uttan hóming av, hvar hann er staddur, ella av hvat hann ger har. Hann fer til gongu, og útlúgvaður sovnar hann til endan í busskýlinum í Kollafirði. Har vekir ein Havstein Garðalíð Mattias, og tekur hann við sær til Gjógv, til ein vardan útslúsingarstovn fyri sinnisveik, har Havstein er leiðari.
Ósjónligi tveyarin
Mattias gerst partur av búðfelagsskapinum við Gjógv, og skaldsøgan verður í stóran mun søgan um lívið og tey fimm, sum húsast har, hvør við síni heldur døkku søgu.
Myndaliga er skaldsøgan nakað óbúgvin, men málsliga hevur Johan Harstad eitt serligt hegni til at geva sínum søgum lív, hóast tær sýnast nakað tilvildarligar. Tørvar høvundanum eina nýggja vend í søgugongdini, letur hann bara enn ein outsidara flyta inn á stovnin við Gjógv, uttan at tykjast at hava stórvegis endamál við tí.
Í grundini er tað ikki sørt imponerandi, at tað eydnast Harstad at skapa eina so mikið hugtakandi søgu, sum Buzz Aldrin hóast alt er. Tí hvat skal man sum høvundur stilla upp við ein høvuðspersón, sum vil gera alt fyri at sleppa undan at verða høvuðspersónur, og hvørs fremsta missión í lívinum er bara at vera eitt tannhjól í tí stóra maskinarínum? Heitið á skaldsøguni sipar nevniliga til Buzz Aldrin, sum var næsti maður at seta fótin á mánan eftir Louis Armstrong, og sum ongin tískil minnist. Sum tann ævigi tveyarin er Buzz Aldrin stóra fyrimyndin hjá Mattias, ið er sinnaður at gera alt fyri at ongin leggur merki til hann, ella fer at krevja nakað av honum.
Herverk
Uttan samanbering annars, minnir prosjektið hjá Mattias eitt sindur um herverkið hjá Ole Jastrau á seg sjálvan í Hærværk eftir Tom Kristensen. Men meðan herverkið hjá Jastrau var stórbært og dramatiskt, dampar tað hjá Mattias bara spakuliga burtur í føroyska mjørkanum. Mattias er stutt sagt ov fittur og harmleysur, til at søgan kann fáa nakran brodd. Í staðin troyttast tú, tá Mattias framvegis á síðu 600 stendur á vippuni og hóttir við at leypa í okkurt slag av gloymskunnar havi. Tá tað umsíðir hendir, verður tað ein heldur patetisk lýsing av einum etandi fullum Mattiasi, sum sigur sítt kensluborna farvæl við Føroyar við at yvirtaka pallin og mikrofonina á Café Natúr og koyrir til Saksun, har hann grevur eitt minni um vinirnar niður á grøvini hjá vinkonuni Ennen.
Happyville
Sum skaldsøga eydnast Buzz Aldrin best, har hon verður ein lýsing av Føroyum sum eitt limbo av lemjandi tvídráttinum ikki at tora at taka eina endaliga avgerð og ábyrgd á seg. Her koyra lýsingarnar av Føroyum, varda stovninum í Gjógv og støðugt ivandi høvuðspersóninum snotiliga við síðuna av hvøjri aðrari. Tá haðrast leikar á, og støðan krevur av Mattias og teimum, at tey taka eina avgerð, velja tey at flýggja til Karibia, sum verður eitt slag av Happyville, har sjálvt Havstein verður eitt lukkuligt menniskja, tí hann ikki longur hevur ábyrgdina av Mattias og hinum.
Sum frá líður flyta Mattias, føroyska dáman Eyðdis og sonurin Jákup til Stavanger, har tey búseta seg. Men tey sleppa ongantíð Føroyum heilt og ferðast javnan aftur, mest sum fyri at tryggja sær, at alt er, sum tað var. Og tað er tað stórt sæð. Treyðugt so, grannin hjá teimum í Gjógv, Óli, er fluttur til Havnar, men árabáturin hjá honum liggur framvegis við keiina, nakað tærdur, men annars júst sum hann lá har fyri 20 árum síðani.
Og Mattias sjálvur røkkur sínum dreymi um at hvørva í mongdini. Hann finnur út av, at hann blunkar við eygunum 17.000 ferðir um døgnið, og sostatt livir ein stóran part av sínum lívi aftanfyri afturlatin eygu. Mattias er hann, tú ikki varnast í køini aftanfyri teg í handlinum, ein av teimum 45 prosentunum, sum er samdur ella ósamdur í spurnarkanningini hesa vikuna um evni, tú ikki trúði, at nakar kannaði, sum situr í 37. bilinum á landavegnum á veg heim úr arbeiði  - eitt sindur sum Føroyar, prikkurin á heimskortinum, tú bara finnur, um tú veit, hvar hann er frammanundan.

Johan Harstad, Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?,
Gyldendal, 2005