Símun A. Klein
9800 Hjørring
???????????????
Haraftrat valdar stórur ivi um millum manna, um nú hesi fregnartól eru Nato fregnartól ella tey eru rein amerikansk, hvar í Danmark hevur havt ein ovurhonds stóran vinning burtur úr hesum tólum, peningaliga sæð. Eisini hettar er framvegis eitt loynimál fyri hin vanliga føroyska borgaran.
Aftrat øllum hesum kemur so eisini tann ómenniskjansligi framferðarhátturin yvir fyri tann vanliga, føroyska borgaran, at hann als ikki varð eftirspurdur áðrenn hesum viðvíkjandi, tá ið fregnartólini vóru sett upp í Føroyum. - leingi livi tað danska demokratiið í Føroyum eins og í 1946 og 1972 o.s.fr..
Men hvør er so hin sanna søgan um áðurnevndu fregnartól í Føroyum ???
Er tað framvegis klassificera sum »TOPHEMMELIGT?«
Tí, at um so er, at hesi fregnartól í Føroyum eru rein amerikansk, so eru Føroyar eisini eitt 100% upplagt terroristmál.