- Føroyar verða miðdepilin í kongaríkinum

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, helt eina alternativa nýggjársrøðu í Deadline á DR2 í kvøld

Næsta ár verða Føroyar miðdepilin danska kongarríkinum, meðan Danmark verður útjaðari. Valdið flytir tí frá Keypmannahavn til Havnar, sum eisini verður heimsins miðdepil.

Tað var boðskapurin í alternativu nýggjársrøðuni, sum Sjúrður Skaale helt á donsku sjónvarpsrásini DR2 í kvøld.

Tú kanst síggja Sjúrð Skaale bera sína røðu fram í sendingini Deadline her, har hann tekur støði í søgu um ævintýraran Sigert Patursson og vaksandi áhugan fyri Føroyum: 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FDR2Deadline%2Fvideos%2F518219715460665%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Tað er siðvenja á DR2 at ein persónur, sum hevur markerað seg í farna árinum, heldur eina "alternativa nýggjársrøðu". Meðan røðurnar hjá drotningini og forsætisráðharranum skulu verða formligar og yvirskipaðar, so kann hendan alternativa røðan verða meira persónlig, "skeiv" og provokerandi.

At Sjúrður Skaale er biðin um at halda røðuna í ár kemst mest av, at hann á markantan og stundum originalan hátt hevur hevur sett fokus á tær avbjóðingar, sum vaksandi altjóða áhugin fyri Arktis hevur fyri ríkisfelagsskapin.