Verkætlan
Tað var í farnu viku, at Ágúst Thór Árnason vitjaði í Føroyum. Ørindini hjá honum vóru at kunna seg um nøkur viðurskifti í Føroyum. Ágúst Thór Árnason er víðagitin í útbúgvingarhøpi, og er hann knýttur at fleiri hægri lærustovnum, bæði í Íslandi og aðrastaðni. Sjálvur er hann útbúgvin sum rættarfilosof í Týsklandi. Hetta er ein útbúgving, sum ikki er til nógvastaðni í okkara parti av heiminum.
Umvegis sína útbúgving og sítt arbeiði hevur Ágúst Thór Árnason samlað saman servitan um grundlógir og umsiting í hesum sambandi. Hann hevur so avgjørt eisini áhuga fyri Føroyum og føroyingum.
Verkætlan
Sum áður nevnt, var Ágúst Thór Árnason í Føroyum fyri at kunna seg meira um føroyskt viðurskifti. Tað er í sambandi við eina verkætlan, at Ágúst Thór Árnason vitjaði í Føroyum. Tá vit hittu hann, var hann ikki reiðiliga farin í holt við sínar kanningar í Føroyum, men hann virkaði ógvuliga bjartskygdur. Eftir hvat skilja á lagnum, spurdist eisini okkurt spennandi burturúr, og Ágúst Thór Árnason er eftir øllum at døma væl nøgdur.
Verkætlan tekur støði í smásamfeløgunum, eitt nú Føroyar og Grønland. Fleiri hægri lærustovnar eru knýttir at hesari verkætlanini, ið eftir ætlan skal fara av bakkastokki komandi ár.
Ætlanin er, at fólk skulu koma til Føroya aðrastaðni frá og læra frá sær. Hornasteinurin í verkætlanini er sum vera mann grundlógararbeiði, og hvussu støðan og fatanin av hesum er.
Ágúst Thór Árnason er sannførdur um, at støðan hjá Føroyum er nakað serligt, men tað hevur týdning, at vitanarstøði verður betra um.
Á vitjan sínari í Føroyum, legði Ágúst Thór Árnason leiðina framvið hjá m.a. umboðum fyri Grundlógarnevndina, almennu umsitingina og Fróðskaparsetur Føroya. Sum støðan er nú, so verður tosað um, hvat er tað rætta stigið at taka víðari í arbeiðinum.
Amt
Ágúst Thór Árnason hevur umframt sín fakliga áhuga fyri Føroyum, so hevur Ágúst Thór Árnason eisini fleiri spennandi meiningar um føroysk viðurskifti.
Hann heldur m.a., at undir núverandi støðu, so eru Føroyar mestir at meta sum eitt amt. Hann heldur tað hevur stóran týdning, at Føroyar fáa staðfest sína støðu, sum Ísland eisini gjørdi á sinni.
Samstundis vísir hann á, at við einari nýggjari og modernaðari grundlóg, so kunnu Føroyingar fyri sovítt vera at meta sum undangongubátur á hesum økinum í okkara parti av heiminum. Hann vísir á, at danska grundlógin er ótrúliga trupul at arbeiða við, og hetta er óheppi, tá ið hon skal vera eitt slag av einum fundamenti. Finnar fingu fyri kortum eina at kalla heilt nýggja staðfesting í grundlógini, og hetta hevur betrað um støðuna munandi, sigur Ágúst Thór Árnason.
Spennandi verkætlanin hjá Ágúst Thór Árnason tykist at vera í fyrireikingarfasuni, og tað verður spennandi at vita, hvat víðari fer at henda.