Føroyar við í stórari navigatiónsætlan

Føroyar eru við í einari stórari verkætlan, ið skal gera tað lættari hjá flogskiparum at navigera í luftini.. Útgerðin sigst vera so mikið neyv, at hon kann vísa hvar eitt flogfar er statt innanfyri ein centimetur

John Johannessen


NAAN-Broadcasting er heitið á nýggju navigatiónsskipanini, ið arbeitt verður við at innføra í Norðuratlantshavi. Talan er um eina ógvuliga neyva navigatiónsskipan, ið sigst kunna siga frá kattstøðuni innanfyri ein cm.

Londini, ið eru við í verkætlanini eru Danmark, Noreg, Ísland, Føroyar, Grønland og Skotland. Talan er um eina ógvuliga dýra verkætlan, og rindar ES helmingin av kostnaðinum, meðan londini sjálvi rinda restina. Tó rindar Danmark fyri Grønland og Føroyar.


GPS skipan

Nýggja navigatiónsskipanin er ein útvíðka GPS skipan, ið eisini sýnir hæddina hjá flogførununum. Men fyri at hetta skal vera møguligt, er eisini neyðugt at hava støðir á landi. Tískil verða slíkar landstøðir settar upp í teimum londunum, ið eru við æi verkætlanini. Í Føroyum verður landsstøðin helt á Sornfelli.

Føroyska flogfelagið, Atlantsflog, er eitt av feløgunum, ið skal royndarkoyra skipaninaø. Ætlanin er, at ein sendi- og móttakarastøð skal setast í flogfarið hjá Atlantsflog og ein í tyrluna. Tað serliga við sendi- og móttakarastøðunum í flogførunum er, at hesar virka sum repeatarastøðir fyri landsstøðirnar. Tað er soleiðis, at hvør landstøð røkkur ikki longri enn 240 fjórðingarl. Men flogførini fáa tó nýtt skipanina, nevniliga tí, at flogførini virka sum sokallaðar repeatarastøðir.


Ógvuliga neyv

Finnbogi Niclassen, flogvallarleiðari í Vágum, sigur, at sum hann hevur skilt, er talan um eina ógvuliga neyva skipan. Hann fær tó ikki sagt, um hon fer at gera, at tað ber til at lenda í Vágum í svartasta mjørka. Hetta sigur hann vera nakað, ið loftferðslumyndugleikarnir mugu meta um og avgera. Men hann sigur, at hann hevur sæð, hvussu neyv skipanin er. Tað ber til at seta hana í bilarnar á flogvøllinum og síggja júst hvar hvør bilur er staddur alla tíðina.

Landstøðirnar í ymsiku londunum verða bundnar saman við 64 kilobit telefonlinjum. Sostatt kann flogvallarleiðarin í Vágum ringja til ávísa støð í Skotlandi, um hann ynskir at fáa mynd av flogferðsluni nærhendis Skotland, um hetta er neyðugt.

NAAN stendur fyri North Atlantic Broadcasting Network og líkist einari skipan, ið nýtt verður í Suðureuropa.