Á hvørjum ári skipar týska frímerkjablaðið Deutsche Briefmarken Revue fyri kapping millum lesarar blaðsins um vakrasta frímerki í Evropa.
Á frímerkjaframsýningini í Essen 5. mai varð úrslitið av kappingini “Vakrasta frímerki í Evropa 2005” avdúkað, og gjørdist Postverk Føroya nr. 3 við smáarkinum “Gerandisdagurin í víkingaøld” FO 515-517. Hetta smáarkið varð givið út 07.02.2005, og sviin Martin Mörck hevur sniðgivið og rist smáarkið.
Eysturríki vann kappingina og Týskland gjørdist nr. 2. 25 lond vóru við í kappingini.