Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum um túsundáraskiftið 2000/2001
(Tíggju, tjúgu, tríati, fjøruti (fýrati), fimmti, seksti, sjeyti, áttati, níti (níggjuti), hundrað)
Nú ein dagin spurdi norska Útvarpið nøkur ung fólk, um tey søgdu »trettito« ella »toogtretti«/»toogtredive«. Øll svaraðu »trettito«. Orsøkin til spurningin var, at nú vóru 50 (fimmti) ár liðin, síðan norðmenn aftur fóru at brúka tey upprunaligu norðurlendsku tølini. Hjá teimum eydnaðist ætlanin væl; onkur dugir kanska at greiða eitt sindur frá, hvussu mannagongdin var í Noregi!?
Spurningurin hjá okkum føroyingum í hesum spennandi broytingartíðum, har nógv verður tosað um tjóðarmál o.a., nú vit stevna inn í nýggja øld og samstundis nýtt túsund ára skeið, er tí eyðskildur: »Skulu vit fara aftur til tey upprunaligu, føroysku tølini, nú vit eru á veg inn í ár 1 (2001)«? Svarið er: »Ja, sjálvandi«!!!
Av norðurlendsku málunum er tað bert danskt, ið ikki nýtir ta gomlu norðurlendsku talskipanina, og nú eru vit, sum vera man, í sama báti sum danskt. Alheimsmálið enskt nýtir eisini norðurlendska háttin, har tíggjarin verður nevndur fyrst og síðani einari (t.d. 64: sixty-four). Tí hevði tað verið bæði greiðari og einfaldari, um vit fóru aftur til tey upprunaligu tølini!
Útvarp Føroya 1957
Í 1957 (fimmtisjey) byrjaði Útvarp Føroya at senda. Ta fyrstu tíðina vórðu sjálvsagt tey føroysku tølini brúkt. Onkur spurdi nú ein dagin, hví Útvarpið mundi gevast við at brúka tey. Svarið man vera, at av ófatiligum trongskygni fekk onkur Útvarpið at sleppa hesi skilagóðu ætlan, og farið varð aftur til tey margháttligu donsku tølini (sjey og hálvtrýss o.s.fr.). Hevði Útvarpið hildið fast við føroysku tølini tá, so høvdu tey allarhelst verið ein púra natúrligur partur av talumálinum í dag!!
Hví mistu vit tølini?
Ikki er tað so øgiliga langt síðani, at føroyingar brúktu tey føroysku tølini í talumálinum. Høvuðsorsøkin til, at vit mistu okkara tøl, mundi vera, at danski skúlin í Føroyum brúkti tey donsku tølini í síni donsku rokniundirvísing. Spell, spell!! (Løgið annars, at eingin tosaði um talbroytingar, tá vit fingu føroyskar roknibøkur!?! Men løtan var kanska ikki tann rætta tá.)
Skert tjóðarmál?
Tá føroyskt fær altjóða viðurkenning sum tjóðarmál, man tað ikki fara at søma seg at halda fram við teimum óføroysku tølunum sum t.d. 30 (tretivu), 70 (hálvfjerðs) ella 90 (hálvfems/hálvfemsinstjúgu· hálva fimtu ferð 20, t.v.s. 4 1/2 x 20). Talan hevði verið um eitt skert tjóðarmál. Tað er heldur ikki nóg mikið at hálvføroyska 30 (tretivu til trítivu), 70 (hálvfjerðs til hálvfjórðs) ella 90 (hálvfems til hálvfims).
Ítróttarmál
Í ítróttarmáli verður tað kanska ikki so einfalt hjá okkum, sum halda við B36 og B71, men tað er ikki neyðugt at broyta hasi nøvnini í talumálinum. Kanska kemur ein broyting av sær sjálvari, sum árini líða!?!
Skúlabørnini
Ikki er neyðugt at vera skúlafólk fyri at skilja, at talbroytingin fer at lætta um hjá skúlabørnum, serliga teimum veikaru!! Tað verður sjálvandi lættari og greiðari at siga og fata t.d. 75 (sjeytifimm, fyrst 7-talið, so 5-talið) heldur enn fimm og hálvfjerðs. Annars man vera greiðast at gera, sum dansk/føroyska orðabókin hjá Stiðjanum vísir á: tríatieitt (í einum) og tríatifyrsti (ein og tretivundi/ tretivti).
Áheitan á myndugleikarnar (Landsstýrið)!
Hvussu seta vit so hesa broyting í verk? Jú, tað er helst rættiliga einfalt: Myndugleikarnir (landsstýrið) tekur málið til viðgerðar og tekur avgerð um, at loftmiðlarnir og fólkaskúlarnir (1. flokkarnir) fara at nýta tey føroysku tølini frá t.d. skúlaársbyrjan í tí Harrans ári 2001!! (Skúlabørn, sum eru byrjað við teimum donsku tølunum, kunnu sjálvandi halda fram við teimum).
Veruleikafjart?
Sjálvandi henda slíkar broytingar ikki frá degi til dags. Talan er jú um hugburðs- og talumálsbroytingar. Vit tilkomnu fara neyvan at brúka tey føroysku tølini; men hjá børnunum og teimum ungu kunnu hesi tøl gerast ein natúrligur partur av talumálinum. Betri høvi enn nú fáa vit neyvan. Við eini skiftistíð upp á eini 20-25 ár, og haraftrat einum góðum vilja, ber næstan alt til! Ætlanin er jú ikki at gera talskipanina truplari ella fløktari, men harafturímóti lættari og einfaldari! Onkur rødd er longu farin at brúka ta einføldu talskipanina, men neyðugt er eisini, at myndugleikarnir taka eina djarva avgerð!
Meðan hetta verður skrivað, boðar Útvarpið frá, at málgranskarar vænta, at 90 (níti)% av heimsins málum fara at doyggja í komandi øld!! Ikki man føroyskt fara at fáa slíka lagnu, men kanska kunnu hasir døpru spádómarnir vera ein ávaring til okkum føroyingar um, at vit mugu royna at byggja borð fyri báru! Eisini við talstrevi!