Føroyingar á Bakkafirði

- Tað er heilt víst, at Óli Jacobsen hevur økt áhugan fyri hesi ferðini, sigur Martin Dam Joensen frá søludeildini hjá Smyril Line

ÍSLANDSFERÐ

Leo Poulsen

leo@sosialurin


Og tað stendur ein áhugaverd ferð fyri framman fyri tey smáu hundrað fólkini, sum hava valt at gera hesa íslandsferðina.


- Á veg norður til Bakkafjørðin ætli eg mær at greiða frá um lívið hjá teimum hundraðtals, ja, kanska túsundtals føroyingunum, sum vóru á Bakkafirði summar eftir summar, sigur Óli Jacobsen.


Nú ber sjávlandi ikki til hjá honum heldur at vera á tveimum støðum í senn, men á vegnum norður til Bakkafjørðin verður hann fyrst í øðrum bussinum og sigur søgu sína, og so verður steðgað á, og tá skiftir Óli buss og sigur somu søgu umaftur.


- Tað verður gjørt á sama hátt á veg suður aftur til Seyðisfirðar. Tá fari eg at greiða frá søguni, tá átta mans av Riddaranum skuldu inn at avrokna við bóndan, áðrenn leiðin gekk aftur til Føroya. Men báturin fekk ein gjálv og hálvdist, og úrslitið var, at sjey av teimum átta monnunum druknaðu. Fimm vórðu funnir aftur, og so gekk tunga leiðin inn til Seyðisfirðar at jarða menninar, greiðir Óli Jacobsen frá.


Tað verður tískil ein lítil minningarhátíð í kirkjuni í Seyðisfirði og í kirkjugarðinum mikudagin, har høvið verður at minnast nakrar av teimum, sum mistu lívið undir Íslandi í 1927.


- Tað eru bert tríggjar hópgravir í Íslandi av føroyingum, tvær teirra eru í Reykjavík, og hin triðja so her í Seyðisfirði, sigur Óli Jacobsen.


Bæði fólk, sum eru við á ferðini, og Smyril Line væna sær nógv av ferðini og spennandi frágreiðingunum hjá Óla Jacobsen.



Myndatekstur:::::::::::::::

Óli Jacobsen, sum til dagligt starvast á Sosialinum, verður frásøgumaður á túrinum á »Slóðum føroyinga í Íslandi«. Mynd: Leo Poulsen