Føroyingar eiga at verða kunnaðir umaftur

? so at fólkið fær at vita, hvørjar tær veruligu avleiðingarnar verða av eini møguligari loysing, sigur Edmund Joensen í viðmerking til fyrispurning

ÓLAVUR Í BEITI


? Hevur landsstýrið ætlanir um av nýggjum at kunna føroyingar um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, nú fortreytirnar eru munandi broyttar? Um landsstýrið ikki sjálvt ætlar at kunna føroyingar av nýggjum um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, eru so nakrar ætlanir um at lata andstøðuna fáa burtur av játtanini til sjálvstýrismál, so at andstøðan kann útvega føroyingum upplýsingar, sum samsvara við nýggju støðuna? spyr Edmund Joensen í fyrispurningi Anfinn Kallsberg, løgmann.


Einsíðug kunning

Í viðmerkingunum, sigur Edmund Joensen, at í sambandi við tað sonevnda fullveldismálið hava føroyingar fingið nógva einsíðuga kunning, bæði við Hvítubók, Caragata álitinum og ikki minst á herferðini kring um í landinum, sum landsstýrið skipaði fyri í sambandi við, at Hvítabók kom út. Eisini er internetið brúkt til hesa einsháttaðu kunning, og fjølmiðlarnir hava somuleiðis verið nógv nýttir.

? Øll henda kunning byggir á ta fortreyt, at búskaparliga skiftistíðin verður 15 - 20 ár, og at føroyingar varðveita danska ríkisborgararættin. Við øðrum orðum skal alt halda fram sum higartil.

? Samlaða niðurstøðan hjá landsstýrinum av hesi kunning hevur tí verið, at avleiðingarnar av eini møguligari loysing verða ikki so ógvisligar (hóast Hvítabók og aðrar frágreiðingar vísa á bæði fólkafráflyting, stór afturstig fyri búskapin og munandi lækking av livistøðinum). So at siga øll rættindi skulu sambært landsstýrinum halda fram sum higartil, umframt at vit fáa fleiri nýggj rættindi.


12 mió. krónur

? Umleið 12 mió. kr. eru avsettar til sjálvstýrismál, har ímillum kunningina, sum øll byggir á áðurnevndu fortreytir. Men longu á fyrsta samráðingarfundi við donsku stjórnina fingu føroyingar greitt at vita, at fortreytirnar verða als ikki tær, sum landsstýrið hevur roknað við og greitt Føroya fólki frá í allari sínari kunning.

? Skiftistíðin verður 3 ? 4 ár, og føroyingar missa danska ríkisborgararættin og øll tey rættindi, ið hesin gevur. Spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum vísti eisini, at danska stjórnin hevur breiða undirtøku í Fólkatinginum fyri hesum sjónarmiðum.

? Tí eiga føroyingar at verða kunnaðir umaftur, so at fólkið fær at vita, hvørjar tær veruligu avleiðingarnar verða av eini møguligari loysing. Um landsstýrið ikki ætlar at gera hesa kunning, eigur andstøðan at fáa part av játtanini til hetta endamál, tí tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at Føroya fólk ikki fær sannleikan at vita, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum.