Ferðavinna
Edvard Joensen
Tað er skilagott av føroyingum at halda sína feriu í Føroyum, sigur Per Hanen,varastjóri á Ferðaráð Føroya. Pengarnir, fólk leggja eftir seg, koma fleirfaldir aftur, vísir hann á.
Í fyrsta lagi fáa tey, sum selja vørur ella tænastur til føroyingar, vinning burturúr. Í øðrum lagi eru føroyskir pengar, brúktir í Føroyum, vunnir dupult aftur í mun til, um teir vórðu brúktir uttanlands, sigur varastjórin á Ferðaráðnum.
Ferðaráðið hevur seinnu árini havt átøk, har dentur verður lagdur á at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum. Eitt nú við framsýningum og messum, eins og nú eisini faldarar verða gjørdir, sum lýsa møguleikarnar at ferðast bæði til gongu og nú seinast eisini á súkklu.
Á messuni, sum var í SMS í seinastu viku, varð ein nýggjur súkklufaldari framlagdur, eins og gongufaldarin, sum fyrr er komin út á enskum og donskum, eisin varð givin út á føroyskum.
Hetta er eisini eitt átak fyri at røkka føroyingum, sigur Per Hansen, varastjóri á Ferðaráðnum.
Hann sigur, at onkur uppfylging av tí, sum higartil er gjørt, verður seinni í vár ella summar. Heilt nágreiniliga kann hann tó ikki siga, hvat tað verður, men tað verður so gjørt í framhaldi av arbeiðinum at fáa føroyingar at støðast her heima í síni frítíð, sigur hann.
Um faldararnar, sum givnir eru út, sigur Per Hansen, at hetta er ein byrjan. Tað skal gerat væl meira við at vísa á gøtur og túrar, sum gangast kunnu.
Umráðandi er, um gerast skal ordiliga burtur úr gongutúrum, at umstøður sum góðar gøtur at ganga eftir, eru í lagi.
Tað er ikki bara at fara í hagan, tí fleiri avmarkingar liggja við. Loyvt er í grundini bara at ganga eftir merktum bygdagøtum, um ikki annað nágreiniligt loyvi er fingið. Og ikki er altíð ráðiligt hjá hvørjum sum helst at fara ókendur í hagan.
Per Hansen, sigur, at tað er við at síggjast aftur í hagtølunum, at føroyingar eisni eru farnir at brúka meira av síni frítíð heima á landi.
Serliga eru tað gistingarhúsini, sum siga frá fleiri føroyskum gestum, vísir hann á. Hann sigur eisini, at tað skilst á eitt nú kunningarstovunum, at fleiri og fleiri eisini leiga sær frítíðarhús kring landið. Men hesi hagtølini ber enn ikki til at fáa frá Hagstovuni, sigur hann.