Marknasemja
25. september 2002 fer at vera eins minniligur dagur í føroyskari marknasøgu sum ávikavist 22. desember í 1992 og 18. mai í 1999. Felagsnevnarin fyri hesar dagar er, at Føroyar tá undirskrivaðu týdningarmiklar avtalur við onnur lond um rættin til ráevnini í undirgrundini, fiskatilfeingi í havinum og til mark.
Í gjár skrivaðu Anfinn Kallsberg, løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin Halldór Ásgrímsson, undir avtalu um marknaáseting á havleiðunum kring Ísland og Føroyar.
Hetta hevur verið eitt óloyst mál síðani londini fluttu markið út á 200 fjórðingar. Avtalan er soljóðandi:
a. Markið á havleiðunum millum Føroyar og Ísland, har stytri enn 400 fjórðingar eru millum grundlinjur teirra, skal byggja á miðlinjuregluna, við teimum tillagingum og serligu ásetingum, ið lýstar eru niðanfyri.
b. Núverandi øki, har krøvini um løgdømi á havinum umskarast, millum miðlinjurnar, ið ásettar eru frá báðum síðum, hereftir umrøtt sum ?Økið?, mett at vera umleið 3.650 ferkilometrar til víddar, skal býtast soleiðis:
Markið skal verða ásett soleiðis, at tað býtir sunnara partin av Økinum, sunnanfyri 63? 30? N, ?Undirøki A?, javnt (50/50), og norðara partin av Økinum, norðanfyri 63? 30? N, ?Undirøki B?, í lutfallinum 60 % til Íslands og 40 % til Føroya.
c. Hóast hetta, skal fylgjandi galda í Undirøki A viðvíkjandi fiskiløgdømi:
1. Føroysk og íslendsk før hava rætt at fiska í øllum Undirøki A undir teimum reglum og forskriftum, sum galda fyri tey í teirra egnu fiskiløgdømum. Tey skulu bert verða undir eftirliti og handhevjan frá egnum myndugleikum.
2. Somuleiðis kunnu fiskirannsóknir verða gjørdar frá báðum síðum í øllum Undirøki A.
Omanfyristandandi loysn er úrslit av felags royndum frá báðum síðum at røkka semju, sum endurspeglar teirra góða granna- og vinalag. Henda Váttaða Fundarfrásøgn skal vera grundarlag undir einum formligum sáttmála, ið verður gjørdur samsvarandi við teirra innanhýsis stjórnarskipanarmannagongdir, millum Ríkisstjórn Danmarkar og Landsstýri Føroya øðrumegin og Ríkisstjórn Íslands hinumegin, um marknaseting á havlei_ðunum millum Føroya og Íslands.
3. Inntil formligur sáttmáli kemur í gildi, er frásøgnin frá samráðingum í Reykjavík. 24. og 25. november 1988 galdandi í Økinum stendur í váttaðu fundarfrásøgnini frá fundinum í Havn í gjár millum teir báðar stjórnarleiðararnar.
Á tíðindafundi í Tinganesi í gjár segði íslendski uttanríkisráðharrin seg vera sera væl nøgdan við avtaluna, sum ger, at Ísland nú hevur øll síni mørk innan fyri 200 fjórðingar uppá pláss. Hóast hetta hevur tikið 28 ár so helt hann, at báðir partar høvdu fingið eina góða avtalu. Hann var eisini fegin um, at tað ikki hava verið stórar ósemjur í hesum økinum, meðan málið hevur verið óloyst. Hann metti avtaluna sum dømi um at grannalond hava virðing fyri hvørjum øðrum. Tað er eitt gott tekin um framtíðar viðurskiftini millum londini. Eisini Anfinn Kallsberg løgmaður fegnaðist um avtaluna og helt eisini avtaluna verða eitt gott fyridømi fyri framtíðar samstarvi millum Ísland og Føroyar.
Við nýggju avtaluni eru greiðar reglur fyri fiskiskapi í umrødda øki og heldur løgmaður, at Føroyar hava fingið væl burtur úr. Hann vísir á, at hóast Føroyar í parti av økinum fáa 40% og íslendingar 60%, so gagnar avtalan føroyskari fiskivinnu sum heild. Bæði føroysk vinna og Uttanlandsnevndin taka undir við avtaluni sigur løgmaður.
Annars gera bæði føroyingar og íslendingar krav upp stórar partar av økinum sunnan fyri Føroyar, tvs. Hatton og Rockalløkið. Íslendski uttanríkisráðharrin sigur, at avtalan millum Føroyar og Ísland kann gagna víðari gongdini í tí málinum, har tað nú skulu gerast nógvar kanningar av jarðfrøðini. Eisini Írland og Bretland gera krav uppá hesi stóru økini, tí hildið verður at olja er í undirgrundini.