Tað er ikki yvir at dylja at føroyingar hava verið raskir at keypa seinastu tíðina. Men tað eru ikki nógv, sum kunnu reypa av at hava tvífaldað søluna í fjør.
Men tað kunnu tey, sum selja sjónvørp.
Ein uppgerð frá Hagstovuni vísir nevniliga, at fyrstu 11 mánaðirnar í 2006, tvífaldaðist innflutningurin av sjónvørpum afturímóti fyrstu 11 mánaðunum í 2005.
Sostatt vísa tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni, at fyrstu 11 mánaðirnar í 2006, keyptu føroyingar sjónvørp fyri slakar 16 milliónir. Fyrstu 11 mánaðirnar í 2005 keyptu vit sjónvørp fyri slakar átta milliónir.
Men í tali var munurin ikki heilt so stórur.
Fyrstu 11 mánaðirnar í 2006, keyptu vit 3.909 sjónvarpstól afturímóti 2.876 sjónvarpstólum í sama tíðarskeiði í 2005.
Sostatt vaks innflutningurin ein triðing í tali, hóast hann tvífaldaðist í virði.
Men tað merkir so aftur, at vit keyptu munandi dýrari sjónvørp í fjør, enn vit gjørdu í 2005.
Hagstovan sigur, at í fjør var innflutningsvirðið á hvørjum sjónvarpstóli 4.077 krónur í miðal. Tað er helvtin meira enn árið fyri, tá ið miðal innflutningsvirðið á hvørjum sjónvarpstóli var 2.733 krónur.
At miðalvirðið hækkaði so nógv, kann hava fleiri orsøkir. Og ein orsøk kann vera, at nógv fleiri heilt smá sjónvørp vórðu innflutt í 2005 og at fleiri heilt dýrir flatskermar vórðu innfluttir í fjør. Orsøkin er valla tann, at prísurin er hækkaður sum so.
Serliga er innflutningurin nógv vaksin av sjónvarpstólum, sum kostaðu ímillum 4.000 krónur og 8.000 krónur at innflyta. Í hesum prísklassanum vaks innflutningurin 732 sjónvarp.