Føroyingar í skógareldi:- Øska regnaði á okkum

Føroyskt par var í Kroatiskum býi, tá ið øska brádliga regnaði niður yvir tey.

Oda Ingemarsdóttir Højgaard og Bergur Midjord eru í kroatiska býnum Split, sum í gjárkvøldið varð partvíst evakueraður orsaka av ógvusligum skógareldi. 

 

Seinastu dagarnar eru fleiri býir í suðurevropeiskum londum komin í álvarsama kreppu, tí turkur hevur elvt til fleiri ógvusligar skógareldar. 

 

Í gjár gekk eisini galið í Kroatia, í býnum Split, tá ið 12 ymiskir skógareldar herjaðu samstundis og støðan av álvara gjørdist vandamikil. Og har eru tey bæði føroysku fólkini stødd í feriu.

 

 

- Vit gingu í gamla býnum í Split, tá ið tað brádliga gjørdist svart og fór at regna við øsku, greiðir Oda Ingemarsdóttir Højgaard frá fyri in.fo í dag. 

 

- Tað mest óbehagiliga var at standa føst beint við eldin og einki at vita. Tá vit sluppu burtur frá tí ringasta, so lætnaði, men nú hevur eldurin eisini sprett seg til nærhendis har, vit búgva, greiðir Oda Ingemarsdóttir Højgaard frá. 

 

 

Føroysku fólkini búgva í Omis, sum er 20 minuttir frá Split. Tey sluppu aftur til hotellið í gjárkvøldið, og tá lætnaði nakað hjá teimum. 

 

 

- Nú er vindurin minkaður nakað, og myndugleikarnir hava fingið eyka hjálp inn i dag, so nú skuldi gingið betur. Vit vóna tað besta, sigur Oda Ingemarsdóttir Højgaard. Hon vísir á, at í dag hava myndugleikarnir sagt, at sum nú er er tað vindurin, sum avgerð, hvønn veg eldurin ferð og um hann gerst størri aftur, og tí ræður um at fylgja við í tí, sum myndugleikarnir siga. Sí myndirnar, sum tey hava tikið, undir greinini her.  

 

 

Eisini Montenegro hevur verið í stórum trupulleikum orsaka av skógareldi. Montenegro hevur biðið um altjóða hjálp fyri at sløkkja ógvusligu eldarnar, sum hava viðført evakuering av minst 100 ferðafólkum. Eldarnir herja í økjum við hálvoynna Lustica. - Støðan í Lustica er kritisk. Innanríkisráðið hevur umbiðið ES stuðul fyri at fáa sløkt eldarnar, sigur stjórnin í Montenegro í einum tíðindaskrivi, sambært ritzau

 

 

Eldarnir hava spreitt seg nógv síðani sunnudagin orsaka av nógvum vindi, og yvir 100 fólk í kampingvognum í býnum Kotor, Tivat og Herceg Novi eru burturflutt. Ritzau skrivar, at áleið 500 sløkkiliðsfólk og hermenn eru sett inn í at hjálpa í sløkkiarbeiðnum. Í Italia vóru 100 skógareldar skrásettir mánadagin - harav tríggir teirra eru nærhendis Rom, sigur italska sløkkiliðið sambært Ritzau.

 

Eldarnir hava góðar fortreytir fyri at veksa seg størri og sterkari. Stórir partar av Italia eru rakt av turka og sera nógvum hitastigum - nógv fleiri enn vanligt - og tað er tætt við 40 hitastig í syðra partinum av landinum. 

 

 

- Støðan er sera álvarsom. Rom má ikki standa einsamalt við hesari umhvørviskreppu, sigur borgarstjórin Virginia Raggi, sambært Ritzau.  Raggi sigur eisini, at eldar í Rom møguliga eru ásettir, og fleiri persónar eru afturhildnir av løgregluni. Ein maður er deyður orsaka av eldinum nærhendis Napoli. Í farnu viku vóru fleiri hundrað ferðafólk evakuera orsaka av skógareldi í Sicilia.