Eg haldi ikki, at tað er nøkur sum helst orsøk til, at føroyingar sjálvir hjálpa umhvørvisfelagsskapum, sum vilja tvinga okkum at gevast at drepa grind.
Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum í Sosialinum, sum er at fáa hetta vikuskiftið.
Sosialurin hevur tosað við hann um ágangin frá umhvørvisfelagsskapum ímóti grindadrápi,sum aftur er kyknaður av álvara.
Í hesum sambandi hava føoyingar kjakast dúgliga um, hvussu klókt tað er, at føroyskir fjølmiðlar javnan taka myndir av grindadrápi og leggja tær á internetið.
Summi halda at tað er óneyðugt, men onnur halda, at vit eiga einki at fjala, og tora vit ikki at vísa myndir av grindadrápi, eiga vit eisin at gevast at drepa grind.
Men í Sosialinum heldur Ólavur Sjúrðarberg, at tað er ikki rætt at taka fleiri myndir av grindadrápi, tí hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at vit sjálvi hjálpa umhvørvisfelagsskapum í stríðnum ímóti okkum.
Í Sosialinum hetta vikuskifti er nógv meiri at lesa um, hvørji sjónarmið, formaðurin í Grindamannafelagnum hevur um tað at taka myndir av grindadrápi, og um nýggja taktikkin hjá umhvørvisfelagsskapum.