Føroyingar stóra ogn

Nettoognin hjá hvørjum einstøkum føroyingi verður í dag mett til at vera 46.000 kr. í útlendskum gjaldoyra. Av norðurlondum er tað bert Noreg sum hevur størri nettoogn í mun til BTÚ enn føroyingar.

Tað vísur ein uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Føroyska nettoognin í útlendskum gjaldoyra var knapt 1,7 milliardir í 2010 og mett verður at við ársenda 2011 er hon vaksin til 2,2 milliardir. Frá 2009 til 2010 minkaði skuldin við 614 milliónum meðan ognin vaks við 881 milliónum.

Nettoskuldin hjá tí almenna er vaksin til 672 milliónir, meðan hon hjá vinnufyritøkum er minkað til 1,1 milliard í 2010. Nettognin hjá fíggjargeiranum er knapt 3,1 milliard í 2010, meðan hon hjá húsarhaldum er 416 milliónir.

Tann ógvusliga minkingin í nettogn hjá húsarhaldum stavar frá minni avkasti av partabrøvum og umlegging av sethúsaskuld frá føroyskari fígging til útlendska realkreditfígging.