Seinasta vikuskifti vóru fimm ungir føroyingar og royndu seg í altjóða kapping í frælsum ítrótti í Danmark. Og úrtøkan var góð: 2 gull-, 1 silvur- og 2 bronsuheiðursmerki.
Kappingin nevndist Lyngby Ungdoms Games og varð hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir í Lyngby Ungdoms Games vóru vinnararnir av Grand Prix kappingini í renning: Esther Rasmussen og Marin í Dali av Tvøroyri, Tróndur Kragesten úr Havn og Álvur F. Christiansen úr Klaksvík. Umframt hesi tók Jan Elmar Sørensen úr Klaksvík eisini lut í kappingini.
Føroyska luttøkan er fingin í lag við stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Umstøðurnar voru góðar at kappast, hóast tað var heldur heitt fyri føroyingarnar á rennibreytini, eini 25 stig , sól og stilli. Men føroyingarnir fingu øll heiðursmerki við sær heim.
Esther Rasmussen rann 400m og 1500m. Á 400m gjørdist hon nr. 4 við tíðini 70,31 sek. Hetta var nýtt bólkamet fyri gentur-14 og samstundis bert tvey sekund frá føroyska metinum á teininum. Á 1500m vann hon silvurheiðursmerki við tíðini 5.59,90 min.
Marin í Dali royndi seg á 80m og 800m. Á 80m var hon miskeiðis í rúgvuni við tíðini 12,27 sek. Betri gekk á 800m. Har vann hon bronsumerki við tíðini 2.35,34 min. Tá tær høvdu runnið hálva leið, lá Marin annars á odda. Tíðin hjá henni var nýtt bólkamet fyri gentur-13 og samstundis næstbesta føroyska tíðin á teininum yvirhøvur.
Tróndur Kragesten rann 400m og 1500m. Á 400m vann hann sín bólk við tíðini 56,48 sek. Hetta rakk til eitt samlað fjórða pláss. Men leiðarin á ferðini, Guttorm Sørensen, metir, at um Tróndur var styrkismettur hægri og tískil hevði runnið í hinum bólkinum, so hevði hann vunnið eitt heiðursmerki á 400m. Á 1500m gjørdi Tróndur bart. Hann førdi allan vegin og vann við tíðini 4.56,16. Hetta var sjey sekund betur enn silvurvinnarin. Tróndur setti samstundis nýtt bólkamet fyri dreingir-15.
Álvur F. Christiansen luttók á 80m og 800m. Á 80m fekk hann tíðina 12,49 sek., meðan hann vann bronsu á 800m við 2.34,56 min. Hetta var nýtt bólkamet fyri dreingir-13.
Jan Elmar Sørensen luttók á 50m og 800m. Á 50m fekk hann tíðina 11,05 sek. Á 800m vann Jan Elmar við 2.53,16 min., ið eisini er nýtt bólkamet fyri dreingir-11.
Føroyska sersambandið fyri frælsan ítrótt, FÍF, er sera væl nøkt við føroysku úrslitini. Tey ungu hava víst eldhug í kappingunum her heima í summar, og tey vístu í vikuskiftinum, at tey eisini kunnu gera seg galdandi
í altjóða kapping.
Tó undirstrikaði føroyska luttøkan enn einaferð, at stórur tørvur er á økjum til frælsan ítrótt kring landið. Føroysku luttakararnir stóðu seg væl á longru teinunum, men á teimum meiri tekniskt krevjandi stuttu teinunum stóðu tey seg ikki eins væl. Atgongd til rennibreyt er neyðug, um ein skal menna seg á longu teinunum. Men á stuttu teinunum ber snøgt sagt ikki til at venja uttan atgongd til rennibreyt. Støðan við bert einari rennibreyt í Føroyum er serliga harmilig, tá hugsað verður um tey umleið 500 børnini og ungu, ið, nú
kappingarárið er hálvrunnið, hava tikið lut í rennikappingum kring landið í ár.