Jólaheilsur
À jólum er tað fastur táttur, at føroyingar uttanlands hittast at lesa jólaheilsur inn á band ella fløgu, sum Útvarpið síðani sendur.
Eisini føroyingar í Svøríki hittust nú eitt kvøldið, har teir hugnaðu sær og lósu heilsur upp.
Føroyingarnir møttust í donsku sjómanskirhjuni í Gøteborg, har tað vóru prestahjúnini Henning og Solveig Bøgesvang, sum stóðu fyri. Tey bæði eru vælkend í Føroyum, helst í Norðoyggjum.
Føroyingarnir, sum hittust hettakvøldið, komu ymsastaðni frá úr útsynnings-Svøríki. Tey sungu jólasálmar, prestur las jólaevangeliið og síðan vórðu heilsurnar sendar.
Vit frætta úr Svøríki, at løtan var bæði hátíðarlig og kensluborin og tað var ikki frítt at okkurt tárið rann á kinn.
Aftur við heilsunum, fingu tey drekka við breyði, køkum og mandlurísi afturvið. Prestahjúnini og Kirsti høvdu dekkað borðið so hugnaligt vil jólapynti og merkinum í húnarhátti.
Á mynd eru frá vinstru ein svii, sum eitur Christian, Gunnvør Ásgeirsson, Henning Bøgesvang, Nanna úr Hovi og maður hennara Olle, sum er svii, Putten Hansen, sum er donsk, Solveig Bøgesvang, Jensia Hentze og við bakinum ímóti, er tað Petur Ásgeirsson.
Myndina tók Unn Dimon av Tvøroyri