Vinnuátak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sosialurin skilur, at flestu luttakandi fyritøkurnar lata væl at. Ein serlig skrá er gjørd fyri hvørja einstaka fyritøku við áleið 4 fundum um dagin.
Nógv verður koyrt runt í Letlandi fyri at vitja fyritøkurnar og síggja teirra umstøður. Lettiska fiskivinnan er ikki so tekniskt framkomin sum tann føroyska, so góðir møguleikar eru fyri samstarvi frætta vit. Í gjár tosaðu nøkur av umboðunum við ein reiðara, sum varð sera fegin um Farrigaprojektið og væntaði sær gott samstarv við tey.
Mánadagin var eisini fundur við ein av fremstu vinnulívsmonnunum í Letlandi, Inarijs Voits. Hann er stjóri fyri lettiska fiskimannafelagið, stjóri fyri lettiska ráfiskaseljarafelagið, formaður í lettiska ráfiskaseljarafelagnum (framleiðarar), nevndarlimur í nevndini, sum býtir kvotur út og reiðari við 2 skipum, sum hava kvotu. At sami maður er oddamaður fyri bæði fiskimannafelagið og ráfiskaseljarafelagið er rættiliga áhugavert og eitt dømi um, hvussu lettiska samfelagið er sett saman. Hesi bæði fyrstu feløgini eru soleiðis skipað sambært lettiska lóg fyri at tey skulu tosa við einari rødd í Brussel.
Sum skilst verða føroyingarnir sera væl móttíknir í Letlandi.
Vert er m.a. at merkja sær, siga umboð fyri føroyska ferðalagið, at tá tað um korruptión viðvíkur, er Letland á einum 58. plássi (tað minst korrupta er nr. 1) á listanum yvir minst korruptu lond í heiminum. Estland er nr. 28, og tað eru tey stolt av. Skandinavisku londini liggja øll á top 10 fyri minstkorruptu lond í heiminum.