Mikukvøldið vóru teir báðir føroysku fótbóltsspælararnir í Sogndal enn eina ferð í miðdeplinum, tá liðið hjá teimum ? hesa ferð á útivølli móti botnliðnum úr Clausenengen ? styrkti um sína støðu í kappingini at sleppa upp í bestu deildina.
Kurt Mørkøre og Julian Johnsson vóru við allar 90 minuttirnar. Sogndal vann 3?0, og føroysku spælararnir skoraðu øll trý málini. Kurt Mørkøre stýrdi einum innleggi úr høgru í kassan úr tveimum metrum, tá tað restaðu tríggir minuttir av fyrra umfarinum.
Leiðslumálið var nátúrlig avleiðing av yvirvágini, sum Sogndal so við og við hevði vunnið sær, og í 2. hálvleiki vóru teir uppaftur meiri omaná. Tá 67 minuttir vóru farnir, stútaði Julian Johnsson frísparksinnlegg í málið, og í næstsíðsta minuttinum staðfesti Kurt Mørkøre sigurin, tá hann úr sera spískum í høgru skoraði.
Krevur nógv meiri
Tá Kurt Mørkøre skrivaði sáttmála við Sogndal varð sagt, at liðið manglaði ein málsóknan framherja, og tað er sjón fyri søgn, at tað hevur hjálpt, at teir hava fingið klaksvíkingin á liðið. Sogndal hevur spælt 22 landskappingardystir í ár, og teir hava skoraði 35 mál. Kurt Mørkøre hevur spælt tríggjar dystir, hann hevur skorað fimm mál, og hann er toppskjútti í felagnum. Tveir spælarar hava skorað fýra mál, og annar av teimum er Julian Johnsson, sum eftir skiftið úr Kongsvinger fyrr í summar rættuliga tykist hava funnið spæligleðina aftur og mest sum hvørja ferð er millum berandi kreftirnar.
Merkisvert er annars, at hvørki Julian ella Kurt hava fingið gul kort, síðani teir komu til Sogndal, men Kurt Mørkøre heldur ikki, at uppgávan er so mikið løtt, at alt mest sum gongur av sær sjálvum:
? Sammett við føroyskan fótbólt, so er hetta strævnari. Ferðin er hægri, og eftiransingarnar eru alla tíðina tættari, enn tær vóru í Føroyum, har tað móti teimum veikaru liðunum ikki so sjáldan kendist heilt frígjørt at spæla.
Men tá tit báðir føroyingarnir gera so stóra nyttu, so hevði að verið upplagt, at felagið fekk fatur á fleiri føroyskum spælarum?
? Tað er ikki mítt borð at avgera tað, men eg veit, at felagið alla tíðina hyggur seg um. Teir hava fyri stuttum verið í Íslandi, har kappingin skjótt verður liðug, og harvið verða spælararnir leysir á marknaðinum. Tá felagið og eg skrivaðu sáttmála, varð nevnt, at teir hava síni umboð í Føroyum, sum fylgja við og siga teimum frá, so tað skuldi ikki undra meg, um vit eina ferð fara at fáa ein landsmann afturat á liðið, helt ein væl upplagdur Kurt Mørkøre, sum skuldi til venjingar klokkan trý seinnapartin í gjár.
Góðar møguleikar
Í Sogndal eru tey rættuliga farin at rokna við møguleikanum, at teirra lið skal flyta upp í bestu deildina. Við sigrinum á Clausenengen tók Sogndal seg fram á triðja plássið, sum ber møguleikan fyri kvalifikatiónsdystum um eitt pláss í bestu deildini við sær. Øll liðini hava spælt 22 dystir, og Sogndal hevur 39 stig. Start er á odda við 43 stigum, og Haugesund hevur 40 stig. Bryne hevur 37 og Lyn 36 stig.
Komandi sunnudag skal Sogndal aftur spæla á útivølli. Tá verður mótstøðuliðið Raufoss, sum fyrr í summar var áhugað í at keypa John Petersen, men tí handlinum kom einki burturúr, tí B36 og norska felagið kundu ikki semjast um prísin.