Føroyingarnir eru við í oddastríðnum

- Vit vóru hepnir at fáa eitt stig við okkum, tí teir vóru nógv betri enn vit, sigur Gilli Rólantsson um 1-1 dystin millum Sarpsborg 08 og Brann í norsku elituseriuni í gjár.

 

Brann var í gjár á vitjan í Sarpsborg til toppdyst í norsku elituseriuni. Sarpsborg 08 lá á triðja plássi, Brann lá á fyrsta plássi undan dystinum.

 

Hóast Brann fekk fyrsta møguleikan í dystinum, so var tað Sarpsborg sum stýrdi spælinum. Einans ein sera væl upplagdur Piotr Leciejewski í Brann-málinum forðaði fyri, at Brann ikki var fleiri mál aftanfyri í hálvleikinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Sarpsborg 08.

 

Í øðrum hálvleiki helt Sarpsborg fram sum í fyrra, men Piotr Leciejewski var ikki til at hava við at gera. Tølini tala eisini fyri seg. Sarpsborg eru skrásettir fyri 19 málmøguleikar, meðan Brann hevði seks.

- Vit blivu útspældir allan dystin, men eitt stig er super, sigur Gilli Rólantsson.

 

Trongisvágingurin fekk ein stóran møguleika í seinna hálvleiki, men skotið frá spíska vinklinum fór í síðunetið.

 

Tá gott korter var eftir av dystinum eydnaðist tað tó at javna, tá liðskiparanum hjá Brann, Vito Wormgoor, setti pannuna á bóltin eftir eitt hornaspark.

 

Rosenborg vann 3-0 á Sogndal og legði seg tí aftur á ovasta plássið í deildini. Hitt føroyingafelagið í elituseriuni, Molde, spælir í kvøld á útivølli móti Strømsgodset. Sonni Ragnar Nattestad er enn ikki komin so frægt fyri seg eftir skaðan, at hann spælir í kvøld, men hann er farin undir at venja aftur, so tað nærkast.

 

Ein sigur flytur Molde upp á fjórða pláss við 23 stigum. Sarpsborg 08 á triðja plássi hevur 25 stig, Brann á øðrum 26 stig og Rosenborg ovast hevur 28 stig.