Føroyingarnir høvdu lítlan og ongan leiklut

Tá i_ FCK spældi OB ni_ur og nor_ur, var Todi Jónsson bert evarska lítla løtu á vøllinum, me_an Jákup á Borg als ikki var á OB listanum

Ta_ var_ lagt upp til fyrstu Føroya uppger_ina í superliguni í langa tí_. Men einki spurdist burturúr føroyska dreyminum, tá i_ Todi Jónsson og FCK leygardagin vitja_u OB, sum undan vikuskiftinum hev_i bo_a_ frá, at teir fóru at hava Jákup á Borg í fimtan manna hópinum.
Jákup var 16. ma_urin á OB listanum, og ta_ vóru bara hann og eykamálverjin, sum ikki komu á vøllin. Todi Jónsson var á FCK listanum. Ta_ var ikki fyrrenn í sí_sta minutti, at hann kom á vøllin fyri Álvaro Santos. Tá var FCK á odda 4?0, og solei_is gjørdist úrsliti_.
FCK avriki_ var sera sannførandi, og ikki minst í álopinum var tyngdin stór. Álvaro Santos leg_i upp til fyrsta máli_, sum mi_vallarin Hjalte Bo Nørregaard skora_i. Hjalte B Nørregaard skora_i eisini næsta máli_. Uppleggi_ alt sum ta_ var átti Jesper Bech, sum hesa fer_ var í FCK álopinum saman vi_ Álvaro Santos. Jesper Bech skora_i tvey tey sí_stu málini. Harvi_ sta_festi hann so miriliga, at hann í løtuni ver_ur rokna_ur sum fremsti álopsspælarin hjá FCK ? frammanfyri skadda Zuma, Álvaro Santos, Toda Jónsson og Peter Møller, sum loysti av, tá i_ eitt stórt korter var eftir.
14.031 ásko_arar hugdu at í Odense. Teir sóu heimali_i_ royna at sprella fyrstu løtuna, og so var ta_ FCK. Li_ini skulu hittast aftur í Odense í hálvfinaluni í steypakappingini í anna_kvøld. Ta_ kann vera, at OB leygardagin gav skarvin yvir, tá i_ FCK hev_i fingi_ fleiri mál, og alt harvi_ bendi á, at stigini fóru at fara til Keypmannahavnar. Men ta_ skal broytast rættuliga nógv, um OB í anna_kvøld skal gera naka_ sum helst vi_ FCK. 4?0 tapi_ var ta_ fyrsta hjá í langa tí_ hjá OB, sum frammanundan hev_i vunni_ níggju heimadystir á ra_.

Fylgja væl vi_
Millum tey, sum vedda um danskan fótbólt, er FCK vor_i_ alt størri favorittur at vinna DM. Men Esbjerg skal avgjørt ikki avskrivast. Sunnudagin vunnu teir 2?0 á Viborg. Stadion í Esberg er í løtuni sum eitt byggipláss, men áhugin fyri fótbólti er kortini fyri uppgangandi í Esbjerg. Hesa fer_ vóru 8.360 og hugdu at, og tey flestu vóru í gó_um h_ri.
Øll vóru ikki komin á plássini, tá i_ svenski álopsspælarin, Fredrik Berglund, setti hol á, og fram ímóti dystarenda var ta_ Jan Kristiansen, sum skora_i nógv mál í fjør, i_ sta_festi heimasigurin vi_ rimmar langskoti.
Í Brøndby var heimali_i_ undir tr_sti, tá i_ teir seint seinnapartin sunudagin høvdu vitjan av AGF. Gestirnir vóru ongantí_ vandamiklir, og Brøndby vann 2?0. Harvi_ eru ta_ framvegis tr_ li_ í DM kappingini. Í anna_kvøld skal Brøndby til Aalborg at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Fyrra uppger_in enda_i málleys.

Sær svart út
Eitt skifti í heyst og eisini í vár tóktist ta_ sum um, at AGF hev_i kós ímóti ni_urflytingini. Úrtøkan er framvegis einki serlig. Men hon er uppaftur lakari hjá AB og Frem, sum tykjast fáa meiri enn ilt vi_ at bjarga sær í deildini. Eisini hjá Herfølge gongst illa.
Hesa fer_ tapti Frem lyklauppger_ina í Farum ímóti FCN 2?1. Hóast Herfølge eisini tapti ? FCM fór av Sjællandi vi_ 4?1 sigri ? so sær ta_ rættuliga svart út hjá Frem, sum er seks stig aftanfyri Herfølge, i_ er hinumegin strikuna. Sunnudagin skulu Frem og Herfølge dystast.
AB tykist hava mist trúnna uppá, at ta_ skal bera til at sleppa undan botnplássinum og harvi_ ni_urflytingini. Hesa fer_ taptu teir 3?1 í Aalborg, har heimali_i_ umframt ímóti steypafinaluni eisini hevur sett kós ímóti fjór_a plássinum. Nú er AaB bara tvey stig aftanfyri OB.