Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin og hevði eisini ein góðan møguleika í dystinum, men tað eydnaðist honum ikki at sparka bóltin inn úr spískum. Heldur ikki liðfelagar hansara høvdu eydnuna við sær, tá teir royndu seg.
Hinvegin megnaði Aab at umseta ein kjans til mál, og harvið eisini at fáa trý stig burtur úr dystinum. Tað merkir, at Aab nú av álvara trýstir Silkeborg á fjórða plássinum, har einans eitt stig skilir liðini bæði.
Eisini Bogi Løkin og Frem máttu taka til takkar við einum teprum tapi. Bogi Løkin byrjaði inni í dystinum móti Viborg, men varð skiftur út, tá tað restaðu 20 minuttir. Bogi Løkin var einasti føroyingurin í felagnum, sum var á vøllinum í kvøld.
Tapið hevur við sær, at Frem framvegis er at finna undir niðurflytingarmarkinum. Harumframt hevur liðið eisini spælt ein dyst fleiri enn Kolding FC og FC Roskilde, sum Atli Danielsen spælir við. Hesi bæði liðini hava eitt stig meira á kontoini enn Frem.