Føroyingur á danska landsliðnum

25 ára gamli Jákup Gardar Joensen úr Sandavági er júst úttikin til danska landsliðið í amerikanskum fótbólti

Jákup Joensen spælir dagliga við felagnum Kolding Guardians, og hevur fingið landsliðsboð, nú Danmark skal spæla ímóti Svøríki sunnudagin 22. apríl.
Jákup Gardar Joensen hevur eisini gjørt vart við seg í føroyskum ítrótti, har hann hevur vart málið hjá FS/Vágum.