Føroyingur mest eftirspurdi sjónvarpsframleiðslustjóri í danska ríkinum

Per Zachariassen úr Hoyvík er millum bestu og mest eftirspurdu sjónvarpsframleiðslustjórar í Danmark og í løtuni hevur hann ábyrgd av X-factor í bestu senditíð á DR1.


Tað er ikki ein og hvør sjónvarpsframleiðari, ella produsari, sum hevur høvuðsábyrgdina í bestu senditíð beinleiðis á DR1 í nýggja DR-býnum. 38 ára gamli hoyvíkingurin Per Zachariassen er mest eftirspurdi, og telist millum allarfremstu sjónvarpsprodusarar í danska ríkinum. Hann hevur frá barnsbeini havt áhuga í at framleiða sjónvarpsendingar og starvaðist í SvF frá hann var 16 ár, til hann var 20 ára gamal. Per flutti til Danmarkar í 1990 og bleiv útlærdur á Den Danske Filmskole í 1994. Síðan hevur hann starvast hjá Darnmarks Radio og TV2.


Blu er milliónafyritøka

Í 2002 stovnaðu Per Zachariassen og Henrik Hancke Nielsen egið virki, ið nevnist Blu. Blu er í dag ein av teimum størstu framleiðslufyritøkunum í Danmark. Blu umsetur fyri yvir hundrað milliónir krónur árliga. Sjálv um virkið í dag er selt fyri eitt tilboð, sum ikki kundi avvísast, so starvast Per framvegis sum framleiðari hjá Blu. Per hevur starvast við sendingum sum Transit, Vladimir & Kennedy, Den Store Klassefest, Venner For Livet, Stjerne for en aften, Endelig Fredag, Showtime, X-Factor og Giv Mig Fem, sum er á veg.



X-faktor

Klokkan nærkaðst átta fríggjakvøld, og stillisliga spákar Per inni í studio, har upptøkan verður. Hann prátar og heilsar uppá ymisku starvsfólkini, sum eru klár á ymiskum starvsøkjum. Aðallroyndin er yvirstaðin, og dagarnir í vikuni fóru við at leggja ætlanir, fundum og við at royna ymiskt. Klokkan er um at vera átta, og Per sessast í stólinum miðskeiðis í kontrolrúminum millum 10 onnur, sum sita við kommunikatión, backup og øðrum. Besta senditíð er, og bert eitt er í huganum á Peri: Góðska SKAL vera í hásæti, undirhald og innihald. Tað snýr seg um timing, nær hvørt av ymisku upptøkutólunum skal veljast framum annað, forritan av myndatólum er gjørd og improvisatión fer kortini fram - samstundis sigur Per i lítlu mikrofonina við ymiskar myndamenn hvat teir skulu gera, eisini boðar hann ljóðmonnunum frá at vera klárir.

Kvinnuligi verturin fær at vita, at hon bert skal spyrja ein spurning, tí beinleiðis tíðïndi eru á veg, og umleið 150 onnur ting skulu eisini sigast og greiðast í oyrasnigilin hjá teim 100 ymsu starvsfólkunum. Hvør segði, at hetta skuldi vera lætt..? Onki pláss er til at gera misstøk og missa hyggjarar, tí kapparføri millum nógvu sjónvarpsrásirnar í Danmark er alfa og omega.


Tá sendingin er liðug, anda starvsfólkini út, adrenalini fellur, tey reisast spakuliga, eftirmeta eitt sindur og øll tykjast at vera sera glað, tí tað gekk væl, sum so ofta áður. Per koyrir meg út úr kontrolrúminum, tí hann kanska skal siga okkurt neyðugt og persónligt við onkran. Síðan sæst hann aftur, tá hann vitjar ymisku teknisku bólkarnar, og eftirmetir stutt. Hitin í upptøkuhølunum er farin nógv stig upp, síðan klokkan var 20. Ein óalmennur vertur letur myndafólk og blaðfólk gera seg liðug, áðrenn hesin takkar gestum fyri innsatsin. Pressufundur er ávegis aftanfyri í einum miðalstórum høli, har okkurt lætt er til gánan.



Hørð kapping

Per byrjaði við X-Factor fyri fáum vikum síðani, og ikki kann sigast annað, enn at undirhaldið er í hásæti og at kappingin er hørð millum tey 2000, sum byrjaðu at syngja í X-Factor í Danmark. Eisini er hørð kapping millum sjónvarpsrásirnar, har Gallup mátar næstan 1,5 milliónir hyggjarar hjá X-Factor á DR1, og tað fær avleiðingar fyri onnur, nú seks partar eru eftir av X-Faktor. Sjónvarpsrásin og kappingarneytin TV2 skuldi eftir ætlan senda "Varm På Is" samstundis, men mátti viðganga, at galið var hjá teimum longu hetta seinasta fríggjakvøldið vegna ov vánaligt hyggjaratal. TV2 bukkaði undir, og boðaði sínum hyggjarum frá, at TV2 flutti sína ætlaðu sending til aftaná X-Factor, og tað sigur ikki so lítið.





Orð og Myndir FO INVASION við Edmund S. Jacobsen

Lagt tilrættis; Dagfinn Olsen