Granskarasetrið iNOVA hevði skipað fyri føroyskari luttøku í árligu barrvarðarkappingini, Milano Marittima International Bartender Contest. Kappingin var, sum navnið bendir á, hildin í italska býnum, Milano.
Janus Vang frá iNOVA var í dómsnevndini, ið skuldi døma drykkir hjá ymsu barrvørðunum, sum luttóku í kappingini. Eitt føroyskt umboð luttók í kappingini, og tað var Christina Eriksen, ið vanliga starvast sum barrvørður í Bassalt, sum er í Tórsgøtu í Havn.
Christina Eriksen hevði gjørt drykkirnar "Nordic Pine" og "Sun in a Glass". Hetta rakk til eitt triðja pláss, og tað verður lýst sum eitt sera flott úrslit.
Vinnarin av kappingin gjørdist maðurin við tí heilt stutta navninum, Phaedon Papakonstantinou, sum starvast á kendari barr í Athen. Josh Powell úr London endaði nummar tvey.