Tá tey fýra flogførini vórðu rænd og rendu á World Trade Center og Pentagon í USA, setti tað beinanvegin Afganistan og Pakistan í brennidepilin.
Afganistan var fíggindin, tí landið velur at veita høvuðsfíggindanum Osama bin Laden friðskjól. Pakistan er grannaland hjá Afganistan fyri eystan, og hetta landið hevur ein týðandi leiklut í einum møguligum álopi á afganar. Landsins leiðari, generalurin Pervez Musharaf, hevur longu boðað frá, at USA kann nýta loftrúmið til hernaðarligt virksemi.
USA brynjar seg til kríggj, og umleið hundrað krígsflogfør eru send til Flógvan. Harumframt standa eini 100.000 hermenn tilbúnir til bardaga.
Eingin ivi er um, at Pakistan er eitt tað týdningarmiklasta hernaðarliga øki, og landsins leiðari hevur sagt, at landið fer at veita USA fullan stuðul.
Høgni í brennideplinum
Sosialurin hevði Høgna Johannesen, ið hevur tilknýti til brøðrasamkomuna, í telefonini úr býnum Lahore, og hann sigur, at støðan í landinum er ótrygg.
? Eg hoyrdi røðuna hjá Pervez Musharaf í sjónvarpinum í mikudagin, har hann segði, at Pakistan fer at veita USA sín fulla stuðul. Hann tosaði eisini beinleiðis ímóti teimum víðgongdu muslimunum og royndi at sissa teir, sigur Høgni.
Høgni greiðir frá, at í røðuni segði leiðarin í Pakistan, at hetta var eitt kríggj ímóti brøðrum fyri at bjarga heimsfriðinum. Tí kann USA hava herstøðir í Pakistan í einum álopi á Afganistan.
Harumframt segði landsins leiðari, at øll tey muslimsku londini stuðla USA eftir yvirgangsatsóknirnar næstseinasta týsdag.
Høgni sigur, at orsøkin til ótryggu støðuna er, at teir flestu víðgongdu muslimarnir stuðla Osama bin Laden og Afganistan. Tí kann hjáveran hjá amerikanskum hermonnum í Pakistan elva til borgarakríggj í landinum, og so er ruðuleikin fullkomin. Eitt álop á eitt annað muslimskt land er at meta sum heilagt kríggj.
Sera ivasamt er, hvussu stóran stuðul Pervez Musharaf hevur í fólkinum. Er mótstøðan stór, endar tað óivað við borgarakríggi ella stjórnarkvetti. Pakistanski herurin er annars sterkur, og hevur nógvar menn í tænastu. Tí verður eitt borgarakríggj drúgt.
? Her sum eg eri staddur beint nú er eingin stórur vandi á ferð, og eg kenni meg nøkulunda tryggan. Eg haldi meg annars mest innandura, tí fólk eru uppøst av støðuni, og tað kann raka ein hvítan, kristnan vesturlending, sigur Høgni Johannesen úr býnum Lahore, har hann undirvísir á einum bíbliuskúla.
Høgni Johannesen er í Pakistan í sambandi við kristligt arbeiði, og hann greiðir frá, at allar kristnar kirkjur og samkomur hava fingið boð um at halda lágan profil komandi tíðina.
Veitsla í gøtunum
? Tann týsdagin tá álopini vórðu framd, var veitslurómur í gøtunum, greiðir Høgni frá, men hann heldur ikki, at eitt fleirtal av fólkinum stuðlar álopunum. Í Pakistan búgva einar 140 milliónir fólk, og talið økist við 5 milliónum um árið. Av hesum eru eini 7 milliónir, sum ikki eru muslimar.
? Sum nú er havi eg ongar ætlanir um at fara úr landinum. Um støðan hinvegin versnar, so rými eg saman við konu míni, sigur Høgni Johannesen, sum leggur afturat, at støðan kanska tykist verri í sjónvarpinum, enn hann upplivir hana.
Fólk í Pakistan stúra annars fyri framtíðini, um kríggj brestur á, tí tað verður ikki lætt hjá USA at vinna á taleban hermonnunum, sum eru krígsvandir í fjallalendinum. Summi vilja vera við, at einasti møguleiki at vinna á Afganistan er at nýta biologisk vápn, og tað er í stríð við ST-samtyktir.
Pakistan hevur stongt markið til Afganistan fyri at steðga streyminum av flóttafólkum. Nógvir hermenn hjá taleban rørsluni vóru við markið fyri at seta kvinnur og børn av, og fóru so aftur til Afganistan at brynja seg til kríggj.
Nýggjastu tíðindini úr Afganistan siga annars, at andaligu leiðararnir hava biðið Osama bin Laden um at fara úr landinum.