Føroyingur til HM í forðarenning

Leygardagin 19. mars luttók Kristian Juda Húsgarð í altjóða kapping í Hollandi. Kristian gjørdist skjótastur av rennaranum í donsku leguni og nummar seks samanlagt. Harvið fær føroyingurin møguleika, at luttaka við heims- og evropameistaraskapið í forðarenning.

 

Kristian er føddur og uppvaksin í Danmark, men skilir og tosar føroyskt. Hann er sonur Marjun Húsgarð og Hans Henrik Juda. Kristian er ommu- og abbasonur  hjá Elinborg Húsgarð og Per Húsgarð, sála. Til dagliga arbeiðir hann sum fysioterapeutur á Skodsborg  og býr í Keypmannahavn.

 

Her heima er forðarenningin OCR - Obstacle Course Racing – ikki millum tær størstu ítróttagreinarnar, men úti í heim er hon skjótt vaksandi. Ítróttargreinin er hin skjótast vaksandi í USA og í Danmark er hon í rívandi menning.

 

Sjálvur heldur Kristian, at ítróttargreinin hevði verið væl egnað í Føroyum. Ítrótturin er í stóran mun lendisrenning við ymiskum forðingum.

 

Kristian hevur íðkað ítróttargreinina í nøkur ár. Og hóast flotta úrslitið í Hollandi, so er tað ikki fyrstu ferð, hann fær møguleikan at luttaka við heimsmeistaraskapið í OCR.

 

Í fjør heyst luttók Kristian, saman við sváginum, Tim Lasman Húsgarð, við heimsmeistarskapið í USA. Tá rakk tað til eitt 68. pláss. Hesaferð gongur leiðin til Kanada, har heimsmeistarakappingin verður í oktober.

 

Og Kristian ætlar at verja sítt pláss.

- Eg fari sjálvandi at royna at verja pláss frá seinast. Málið er sjálvsagt at vera millum teir allarbestu.

 

Kristian er longu farin undir at fyrireika seg til heimsmeistaraskapið. Og hann dylur ikki fyri, at danska lendið kann gerast eitt haft um beinið, nú hann skal á ovastu rók at kappast. Danska lendið er ikki eins avbjóðandi sum tað lendið har heimsmeistaraskapið kemur at vera.

 

Hann hevur tí umhugsað at koma til Føroya at renna.