Fríggjadagin klokkan 20.00 fer næsta umfar av vælumtóktu undirhaldssendingini 2009 av bakkastokki. Í fjør gjørdist ungi og sjarmerandi havnadrongurin Ragnar Finnson bæði lands- og ríkiskendur fyri sína luttøku í hesari sending. Í ár fáa føroyingar aftur møguleika at fylgja, heppa og stemma uppá ein luttakara av føroyskari ætt við nøkrum heilt serligum evnum, nevniliga Celinu Müller. Hon er tó ikki fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur djúpar røtur til Føroya. Oldurabbi Celinu var kendi havnamaðurin Sørin Emil Müller, sum var ein av stórur reiðari fyrst í 20. øld. Pápi Celinu er Kenneth, sonur Jens Müller, kallaður Pink. Hann er sonur Poul Müller í Havn. Jens og hansara ætt búgva í Jyllinge, ikki so langt frá Keypmannahavn.
Her hevur Jens eisini verið borgmeistari.
Elskar djór
Celine er ein sannur djóraelskari. Hon brúkar nógv av síni frítíð á natúrustøðini Engen í Lyllinge Nordmark. Her er hon veruliga í essinum saman við øllum djórunum – seyðir, esil, kettir, høsn og kaninir. Hon upptrakkar eisini, har hon hermir eftir eini rúgvu av djórum – apur, hestar, falkar, hundar og mong onnur. Tíðan verri fyri Celine er pápi hennara allergiskur yvir pelsdjórum, so heima má hon sláa seg til tols við tveimum útikaninum og undulatinum Pepe. Hinvegin hevur hon so lært hann at tosa. Hann sigur eitt nú nøvnini í familjuni og dugur at endurtaka mong orð.
Súreplið fellir stutt frá stammuni
Alskurin til djór kemur ikki frá fremmandum. Tipoldurabbi hennara var Hans Christoffer Müller, sum skrivaði ta fyrstu føroysku fuglabókina. Haraftrat skrivaði han eisini bøkur um grind og fisk, sum tað hevur verið greitt frá í røðini Hendur ið Sleptu. Hann hevði eitt gott og umfatandi samstarv við professor Stenstrup í Keypmannahavn á Zoologisk Museum. Enn tann dag í dag kann ein í gomlu arkivunum finna tað lívliga brævaskifti millum hesar báðar um tað føroyska djóralívið.
Góða eydnu
Sosialurin vil hervið ynskja Celine alla góða eydnu í sendingini, og vóna vit, at hon kemur langt. Við slíkum djórakennara familjurótum er vónandi longu væl slóðað fyri.