Tíðindi bórust í morgun, at Covid-19, sjúkuvarianturin av coronavirus, var staðfestur á einum hotelli á Tenerife.
Danska ferðaskrivstovan TUI hevur sambært donskum miðlum boðað frá, at tvey donsk ferðafólk vóru á hotellinum, sum eisini er sett í sóttarhald.
Á Tenerife er eisini ein føroysk familja, sum eins og donsku ferðafólkini høvdu keypt ferðina gjøgnum ferðaskrivstovuna TUI.
Familjan, sum ikki ynskir at leggja navn til, hevur tó einki merkt til, at Tenerife nú er rakt av coronasmittuni, og heldur ikki hava tey fingið nakra kunning - hvørki frá ferðaskrivstovuni ella frá myndugleikunum.
– Vit eru á einum øðrum hotelli, so vit hava ikki merkt nakað til hatta, hóast vit eru í sama øki, sigur tey.
– Og vit hava heldur ikki frætt nakað, hvørki frá myndugleikunum ella frá TUI, sum vit hava keypt ferðina frá.
Hóast tey ikki hava merkt nakað til coronasmittuna, so hevur ferðin kortini verið merkt av sandstormum, sum verður kallað calima.
– Vit lendu leygarkvøldið, og hetta byrjaði sunnumorgun. Her var ikki útiverandi. Alt varð stongt á hotellinum, allar sølumiðstøðir vórðu stongdar, og myndugleikarnir fráráddu fólki at fara útum. Tað var rættiliga heitt, og tú sást ikki fram um nøsina. Tað var sum kavaódn í Føroyum - bara við sandi.
Calima er eitt veðurfyribrigdi, har sera turr og heit luft dregur sand úr Sahara oyðimørkini út yvir Atlantshav og inn yvir Kanariuoyggjarnar.
– Tað er rætt og slætt ein sandstormur. Sandur er allastaðni, og sandurin er so fínur, at tað er sum at anda mjøl.
Tað er undranarvert, at TUI ikki hevur grett orð um coronasmittuna til teirra, ið hava keypt ferðina frá teimum, halda tey bæði, sum saman við børnunum eru á Tenerife.
– Eg eri eitt sindur bilsin yvir, at vit ikki hava fingið nøkur boð frá TUI. Tá vit lendu sunnudagin, fingu vit beinleiðis boð frá TUI, har tey frámæltu okkum at fara av økinum orsakað av calima. Tað var eitt frámæli, ið myndugleikarnir vóru komnir við. Men vit hava einki hoyrt frá TUI í morgun um coronavirusið. Men vit hava lisið um tað aðrastaðni.
Sostatt vita tey heldur ikki, um tað hevur nakra ávirkan á heimferðina, nú TUI ferðandi eru undir sótthaldi.
– TUI hevur nógvar fráferðir um vikuna til Tenerife, so um vit høvdu skulað verið í sama flogfari aftur, tað veit eg ikki.