Sum heild hevði føroyski fiskiflotin hevði eitt rokár í fjør. Hagstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv føroysk skip fiskaðu í fjør og úrslitið er, at tilsamans fiskaðu tey heili 700.000 tons av fiski, og tað er tað mesta, tey nakrantíð hava fiskað. Gamla metið var í 2006, tá ið føroysk fiskiskip fiskaðu 623.000 tons
Sostatt fiskaðu føroysk skip 132.000 tons fleiri í fjør enn tey gjørdu í 2016, tá ið heildarveiðan var 568.000 tons. Men Hagstovan vísir samstundis á, at nógv tann mesta veiðan er uppsjóvarfiskur, serliga makrelur, sild og svartkjaftur, tí hesi fiskasløgini heili 83 prosent av veiðini í fjør.
Hagstovan sigur, at sløk helvtin av øllum tí, føroysk skip fiskaðu í fjør, ella 306.000 tons, vórðu fiskað undir Føroyum. Men leggjast skal afturat, at Harafturat í hesum sambandi verða eisini Hatton Bank og altjóða parturin av Irmingarhavinum taldur upp føroyskt sjóøki.
Næst størsta fiskileið hjá føroyingum vóru leiðirnar undir Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 210.000 tons vóru fiskað.