Føroysk Fjølmiðlafólk mótamæla ikki flatskatti

Tað eru 74 felag – bæði áhugafeløg og fakfeløg – sum í morgin fara at mótmæla ætlaða flatskattinum og skattingini av pensjónsinngjaldinum, tá stór mótmælisgonga verður í Havn.

Men felagið hjá fjølmiðlafólkunum, »Føroysk Fjølmiðlafólk«, telist ikki millum tey 74 feløgini, hóast bæði Prentarafelagið og Starvsmannafelagið, sum er felagið hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum, eru við.

– Vit leggja okkum ikki út í eitt slíkt politiskt stríð, sigur Gerorg L. Petersen, formaður í Føroyskum Fjølmiðlafólkum.

Hann sigur, at felagið ikki er biðið um at vera við, og at felagið heldur ikki hevur biðið um at vera við.

– Vit vilja halda okkum neutral í einum slíkum politiskum stríði, sigur hann.

Spurdur, um tað er tí at Føroysk Fjølmiðlafólk taka undir við ætlaða flatskattinum og skattingini av pensjónum við inngjald, sigur hann greitt nei.

Vit høvdu heldur ikki verið við, um tað var eitt tiltak fyri flatskatti, tí vit ynskja ikki at vera við í politiksum tiltøkum.