Føroysk grundlóg

Í Sosialinum fyri 13.mars og í Fregnum sama dag, er eitt fullfíggjað uppskot um nýggja føroyska stýrisskipan framsett av einum, sum sigur seg vera lim í Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum.

Havi eg skilt rætt, so er ætlanin heilt at umskipa núgaldandi val og stýrisskipan, so tingini verða tvey. Eitt landsting, núverandi løgting, valt í einum valdømi um alt Føroyar og eitt ráðgevandi kommuting, valt sum núverandi løgting úr øllum kommunum, sum verða færri, 7-9 sigur maðurin. Av kostnaðarávum skal landstingið minkast í umboðstali frá núverandi um 32 til 20-25 limir, kommutingið, ráðgevandi tingið, fær 7-9 limir, eitt umboð fyri hvørja stórkommunu.
Øll hugsanin aftanfyri hesa ætlan er, meiri sjálvskilt enn úttalað, at styrkja økismenning, styrkja kommunurnar í mun til miðstaðarøkið, í hesum sambandi, ella haravtrat, at skilja betur millum landsmál, sum ikki verða útgreinað, hvørji tey eru, frá kommunumálum, sum verða sett upp móti landsmálum.
Skilt er, at kommunustøddirnar eru frá áðrenn politiska tíð, við ringum ferðasambandi og ringum tíðindasamskifti.
Onnur undirliggjandi hugsan undir uppskotinum, tað ljóðar sum okkurt fyrr hoyrt, er, at Føroyar eru so lítlar, bara 48.000 fólk, 48 kommunur eru, sum eru ov nógvar.

Kommunulisma
Hugsanin er so, at at fáa eina tvígongu (dikotomi) í, so nýggja løgtingið, landstingið, bara fæst við landsmál, kommunutingið, ráðgevandi tingið, eisini nevnt økiskamarið eftir týskari fyrimynd, bara fæst við kommunumál. Henda tvígonga er ikki helt fullfíggjað, uttan bara annan veg, frá landstinginum, so kommunutingið, sum er valt sum núverandi løgting, bara skal vera ráðgevandi, kann seta uppskot fram fyri landstingið, luttaka í nevndum har eftir egna vilja, alt uttan atkvøðurætt. Ein klausulur er tó, at kommunutingið kann krevja, at eitt avgjørt mál í landstinginum kann takast upp aftur til eina fjórðu viðgerð, um kommunutingið heldur ov lætt verða farið um helst.
Hetta líkist skipanini við enska yvirhúsinum fyrr, her í skapi av einum undirhúsi, tá teir kundu seinka viðgerðum í undirhúsinum í Stórabretlandi, men eins og har uttan veruligt vald.
Sjálvt ráðgevandi tingið í uppskotinum er ikki søguliga nýtt fyri føroyingar. Tað er løgtingið frá 1852 og fram móti heimastýrislógini í 1948, tað ráðgevandi løgtingið við amt-manninum sum formanni, tá ráðgevandi fyri danska ríkisdagin, nú fyri nýggja føroyska løgtingið.
Aðrar fyrimyndir fyri kommunala ráðnum kunnu sjálvandi vera stýrisskipaninar í smá og pinkustatum kring um í triðja heiminum við somu trupulleikum sum føroyingar, fyrrverandi hjáland við ógreiðum valdsviðurskiftum til fyrrverandi hjálandaveldi. Hesi eru í flestu førum víðari áleiðkomin enn føroyingar á fullveldisleið, ofta orsaka av ymiskari fólkasamanseting, har ein partur av fólkinum er frá hjálandaveldinum. Nógv av hesum hava ikki vanliga fólkaræðisliga skipan, men hjálandaveldið ella ríkisumboðsmaðurin velur ein part av tinginum, sum ofta eru tvey, eitt vanliga fólkavalt, og eitt umboðsmannating ikki vanliga valt, ella bara lutvís vanliga valt, ikki við avgerðarrætti.
Ein hugsan við hesum umboðsmannatingum, uttan fyri vanliga fólkavalda tingið, er ofta, at umhvørvið verður hildið betur at kunna verjast við umboðan beinleiðis uttanum fólkavalda tingið. Hetta er kanska við í hugsanini um ráðgevandi tingið av kommunum.
Ein onnur fyrimynd kann kanska verða óheft ráð niðri, t.d. stjóranevndir (direktoratir) ikki beinleiðis undirløgd statin, við egna avgerðarætti.
Fyrimynd kann sjálvandi eisini bara verða tikið nærri frá veiðumentanum í Norðurnoreg og Norðursvøríki hjá samum og hjá grønlendingum, indianum í Amerika, har siðbundin ráð eru á fólkaættarstigi. Hetta hildu føroyingar seg vera komnar framum. Hesi eru komin meir í avgerðarlut við størri trupulleikununum av umhvørvisdálking frá altjóða samfeløgunum sum verulig umboð fyri bústaðarfasta staðarfólkið. Nakað vanligt fólkaræði er tað ikki.

Miðstaðarøkið
Hugsanin valdspolitiskt er at styrkja kommurnar, so tær eru førar fyri at loysa sínar uppgávur umframt ikki nærri nevnd økir løgd út kommunalt. Sum er, eru fleiri heilt smáar kommunur, sum ikki eru førar fyri at loysa vanligar uppgávur, so størri gera tað fyri tær ella landsfyrisitingin. Hetta verður nevnt dupultfyrisiting, sum verða hildin vera dýr.
Henda dupultfyrisiting førir í veruleikanum til miðsavnan, tí mál løgd út til smáu kommunurnar verða av ómegnd teirra avgjørt miðsavnað.
Nógv av hesum verður mett loyst við størru kommunum við størri fyrisitingarførleika, ein vansi verður nevndur í at tær størru komunurnar eta tær smáu. Minni verður hoyrt frá teimum.
Hetta uppskot fer at føra allan komunalpolitikk, stóran part av føroyskum politikki, avvegis í eitt ting, annað kamar eisini nevnt, líkt fyrsta kammari, ella yvirhúsinum í øðrum londum, við viðgerðarrætti uttan atkvøðurætt. Landsmál, sum aftaná allar útleggingar av málum kring um í Føroyum, mest verða at kalla landsbankamál, peninga og fíggjarmál í umloypi og útgjalding, verða eftir í nýggja løgtinginum.
Greiður yvir, at kommunurnar landspolitiskt beinleiðis eru uttanfyri, sigur uppskotstillarin, at hetta rættar seg við, at 1/2 av føroyingum búgva uttanfyri høvuðsstaðarøkið, so teir, nú allir tingmenn i landstinginum viga líka, fáa nóg nógv at siga.
Undirskilt undir stytt endurgivnu próvgrundgevingini í bløðunum er, at tað er gott, at alt verður mest møguligt lagt út kommunalt, nógv talan er um, er uppløgd høvuðsstaðaruppgáva t.d. miðumsiting av sosialfor-sorg, um sjálvandi ikki neyðugt tað. At bygdirnar ráða mest møguligt í mun til høvuðsstaðin, ella heilt ráða yvir honum. Ein kemur til hugs, hvat vit skulu við einum høvuðsstaði, sum hjá okkum enntá ikki so frætt sum liggur til natúrlig havna- og harvið vinnuviðurskiftir, tá burtur verður sæð frá traðarbrúki.

Samfelagsmenning
Sjálvandi eru kommunustøddirnar nógv søguliga, samfelagsliga tingaðar, men tær eru eisini natúrligar i flestu førum, um ein stóran fjørð, natúrlig frástøða til næstu bygd, firðir ímillum. Nógvir møguleikar eru avtrat, at gera sjálvberandi natúrligar menningareindir í virðing fyri minnu bygdunum. Nógv er gjørt í samanleggingum og ikki minst felagskommunum, bara at leggja saman yvir fjøll og firðir uttan metan av fólki og siði, bara tí eitt tal sigur tað, er tilvildarligt. Tað framheldur bara til bara ein kommuna er. Føroyar er ikki ov stórt til tað. So er ongin siðakend, findug uppbýting av okkara landi longur, uttan kanska sýðslurnar.
Eitt løgting uttan beinleiðis botnfelling í økjunum, verður altjóðakent, meginparturin av uppgávunum eru millum lond, onki natúrliga frá økjunum longur, reint professjunelt. Eitt livandi ískot í tingarbeiðinum er politikkarir uppvaksnir í politiskum lívið á bygd, umboðandi stætt er eisini at samabera við, sum seinni verða landspolitikkarir. Hesir enda nú í einum ráði uttan atvøðurætt í løgtinginum, bara viðarbeiðandi og viðmælandi, ella mótmælandi.
Eitt løgting sum eitt landsting, orðið landsting er mítt, verður mannað av professjunellum fólki, bara arbeiðandi við stýrandi fíggjar og peningamálum sum ein tjóðbanki, onki beinleiðis í landinum sjálvum, kunnu sostatt einsmikið verið IMF serfrøðingar. Náturliga viðskiftafólk teirra verða veik í Føroyum, sterk uttanlanda, Í Føroyum bankar og virki og stovnsleiðarar, uttanland danska stjórnin, danski tjóðbankin, danskir fíggjarstovnar og Brússel.
Uppgávurnar í Føroyum eru lítlar, tí rákið við einskiljing, privatisering av almennari ogn, framheldur um politiskt mark, so av tí verður nógv minni at umsita og stýra alment við.
Sagt verður flott, at betur tíð er at umboða politiska hugsan, hugfrøðisliga skilst (søk), ikki bygdamál, lokalmál. Hugmyndafrøðisligir flokksar hava higartil havt røtur í økjum, í bøndum á landinum, lands og býararbeiðsmonnum og kvinnum, lærdum og handils og peninga, fíggjarfólki í býunum. Uttan hesi tykist hugmyndafrøðin íneyðug.
Bygdaáhugamálini, sjógv og land, verður hjá okkum so umboðað í einum ráðgevandi løgtingi av kotamonnum, sum uttan atkvøðu kunnu fjølmarga landstingsnevndir, seinka málviðgerðum, tá teir hava hug, undirlagdir náði einum landstingi, við drotningini sum evsta hattagongu møguleika, fyrr í tíðini konganum.
Aftanfyriliggjandi hesum uppskoti av hernaðarráðiligum (taktiskum) slag er at gita. Kanska er tað undir fullveldistíð, at ganga øllum (sambandinum) á møti, tað sæst í uppskotinum, at spara tingmannalønir. Kanska er tað eisini bara læra av kreppuárunum síðst í 1980 árunum, tá ómiðsavnað, óstýrt vald, at vísa seg, rendi peningaskipanina á heysin alla.
Greitt er, at uppskotið um 7-9 kommunur førir til at bara eitt menningarøki verður í stórur oyggjum, um enn útviklingsmøguleikarnir av náttúru eru tveir, td. Vágoyggin, Suðuroyggin. Betur uppskot er her 10-12 kommunur, so smærru ganga inn í størru næstu, størri umsitingareind verður oyggjakommuna, ella felagskommuna, er í nógvum førum longu, at siðkent annað ting verða gomlu sýslurnar umkring søguligu tingini, og ikki at millum ein triðing og ein fjórðing av tinginum verður ikki vanliga vald, við ikki vanligum avgerðarluti.