Føroysk hjálp kemur væl við

- Tá vit lótu bingjuna úr Føroyum upp, var ikki torført at fáa eyga á ta gleði og takksemi sum kom til sjóndar. Nógv av tí sum tey her fingu eyga á, var nakað sum tey bert høvdu lisið um, men ongatíð sæð, sigur Thomas Juul Askham í hesi frásøgnini úr Rumenia

Orðatakið sigur, at betri er seint enn aldrin. Soleiðis kom tað eisini at verða hjá undirritaða.

Í mars mánaði í ár var far­ið til býin Budesti í Rumen­ien við eini bingju, sum var 40 fót til støddar. Í hesi bingj­uni var einans útgerð til sjúkrahús, sum vit høvdu savnað inn her í Føroyum.

Vit vilja veita eina hjart­ans tøkk til hesi sjúkrahús og aðrar stovnar sum góvu okkum hesa útgerðina: Lands­­sjúkrahúsið, Klaks­vík­ar Sjúkrahús, Lágar­garð­ur, Ellisheimið í Havn, Tjald­­­urs Apotek, Hjálpar­tóla­­miðstøðin. Vegna leiðsl­una á sjúkrahúsinum í Bu­­desti vil eg takka hjartaliga fyri hesa stórfingnu gáv­una.

Upplýsast kann, at vit eru byrjaði at savna inn til kom­andi árið, 2008. Vit taka feg­in ímóti øllum sum hevur við sjúkrahús at gera.

Tað er ikki at yvirdríva, tá ein sigur at hetta sjúkra­húsið er í vánaligum standi og at tað er illa statt við út­­gerð. Tað hevur tørv á út­­gerð til laboratoriumið, seng­­ur, lyftir, heilivági, seingj­ar­klæðum, dýnum, kodd­um og seingjarløkum. Har er tørvur á nógvum.

Tá vit lótu bingjuna úr Før­­oy­um upp, var ikki tor­ført at fáa eyga á ta gleði og takksemi sum kom til sjónd­ar. Nógv av tí sum tey her fingu eyga á, var nakað sum tey bert høvdu lisið um, men ongatíð sæð.

Sjálvboðin arbeiðsmegi

Vit fingu ein lista við tí sum teimum tørvaði. Hesin listin kann óivað geva eina mynd av, hvussu stórur tørv­urin er. Tað er ein stór av­­bjóðing sum liggur í hesum, at veita hesum sjúkra­húsi­num eina hjálpandi hond.

Eg vil tí venda mær til tykk­um, sum kundu hugsað tykkum at verið við til at givið eina hjálpandi hond; um tit kundu hugsað tykk­um at komið til Rumenien fyri styttri ella ta tíð, tú kundi sett av til at arbeiða har á sjúkrahúsinum.

Tey bóðu okkum heilsa til læknar og sjúkrasystrar at tey vóru vælkomin at ar­­beiða har.

Tað er ein medisinsk deild, og so er ein barna­deild, ein nýstovnað føði­deild. Her er tørvur bæði á læknum og sjúkrasystrum. Tað er eisini stórur tørvur á fólki við handverkara­út­búgv­ing, so sum el-montør­um, rørleggjarum, málarum, timburmonnum. Annars er brúk fyri fólki, har handa­lagið er uppá pláss, til døm­is reingeringsfólki.

Tú kanst gera mun á ein­um slíkum staði. Tað kemur ein onnur dimensjón inn í lív títt. Vælkomin at taka fatt.

Lat meg gera púra greitt, at vit øll mugu sjálvi gjalda ferðaseðilin úr Føroyum til Bucarest og aftur. Um vit blíva ein hópur uppá 5-10 ella fleiri, kunnu vit fáa ferða­seðlarnar fyri ein skila­góðan prís.

Nógv er at gera og fara undir, sambært listanum sum er prentaður aðrastaðni á síðuni.

Øll kunnu vera við

Tá ein sær ein slíkan lista, kann ein skjótt blíva mót­fallin og gevast á hondum. Tað er eingin sum sigur, at alt hetta skal blíva framt her og nú. Vit seta okkum nøkur mál fyri ta tíðina, vit eru har niðri.

Vit kunnu øll verða við. Tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Nøkur kunnu koma við til Rumenien, með­an onnur kunnu ikki, men vilja kortini stuðla hesa føroysku hjálpar­verk­ætlanina.

Vit koma at hava brúk fyri fíggjarligari hjálp til at keypa tilfar í Rumenien til tey ymisku tingini, sum skulu gerast. Tað blívur lætt­ari at kunna keypa tilfarið í Rumenien, enn at flyta tað allan vegin úr Føroyum.

Vit vilja heita á stovnar, virkir, feløg, einstaklingar, handlar, samkomur um at veita eina fíggjarliga hjálp­andi hond, so vit kunnu verða við til at gera umstøð­urnar betri fyri sjúklingar og starvsfólki.

Tað eru ongar ítøkiligar ábøtur gjørdar á sjúkra­hús­inum tey seinastu 20 árini vegna manglandi pening. Tað eru úti við 100 seingj­arpláss á sjúkrahúsinum.

Leiðslan fyri sjúkrahúsið vendi sær til Calarasi-missi­ónina og spurdi, um vit kundu hjálpa teimum. Tey høvdu frætt um tað arbeiðið, sum vit gjørdu og høvdu gjørt í býnum Clincu. Vit høvdu lagt rennandi vatn til fólkið, og so høvdu nøkur hús fingið streym inn­lagd­an.

Lat meg nevna og geva tær eina mynd av, hvussu korini eru hjá hesum fólk­um. Leiðslan á sjúkra­húsi­num gav okkum eina frá­greiðing, hvussu tað virkaði viðvíkjandi sjúkrahúsi og sjúk­lingum.

– Vit høvdu 2500 innlegg­ingar fram til oktober 2007

– Vit hava verið noydd at avvísa 4300 fólkum, tí hesi høvdu ongar pengar at gjalda við, tí tey hava einki arbeiði. So tú sært, at vit hava nógv at vera takksom fyri, at vit hava møguleika at verða hjálpt, eins og vit hava møguleika at hjálpa.

Fyri okkum, sum liva í yvir­­­flóðar samfelagnum, er tor­ført at rúma, at nakar hevur tað soleiðis. Eg havi sjálvur sæð hetta og sjálvur upp­livað tað.

Leiðarin greiddi okkum frá, at seingjarklæðini blivu klipt í fýra pettir og løgd undir sjúklingar, um eitt­hvørt bleiv gjørt í songina. So her er greitt, at teimum tørvar seingjarklæði.

Hann vísti okkum inn í goymslurúmið, har seingjar­klæðini lógu. Eg hugsi, at eitt vanligt húsarhald her á landi var betur fyri enn hetta sjúkrahúsið.

Vit tosa her um eitt sjúkra­hús við útivið 100 seingjar­plássum.

Støðan í køkinum var alt annað enn nýmótans. Tað var ein vanligur gasskom­fýrur, so sum vit kenna teir til eitt vanligt húsarhald her heim. Tað var tað, sum høvdu at kóka við og gera mat til øll hesi 100 fólkini.

Á komfýrinum stóð ein stór grýta, sum fevndi um øll fýra blussini. Hølið ann­ars hevði tørv á stórum ábøtum av ymiskum slagi.

Tað vildi glett, um onkur kundi sponsorerað pening til at kunna keypa nýggjan komfýr til sjúkrahúsið, somu­leiðis um onkur vil vera við at sponsorera seingj­­ar­klæði, dýnur, kodd­ar, dýnubetrekk, seingjarløk – ja, tað sum skal eina song. Tað nýtist ikki at vera hvítt á liti. Tað skal bara vera reint og ikki slitið.

Á myndunum frá køki­num eru fleiri smærri grýtur at síggja. Hetta eru grýtur og onnur køksútgerð sum er úr Føroyum.

Havnarmaður við róðrið

Tað var so heppið, at eg fekk at vita um ein havnar­mann, ið búði í Danmark og sum møguliga kundi gera henda túrin fyri okk­um. Eg fekk navnið á mann­inum, – eftirnavnið segði mær meiri enn fornavnið. Navnið Ljósheim segði mær, at hesin maðurin kundi óivað taka undir við sanginum: So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt.

Eg setti meg í samband við Eyðun Ljósheim, ein frynt­ligur maður at tosa við. Hann greiddi mær frá, at hann hevði fast arbeiði og at hann vildi kanna møgu­leikan at gera henda túrin. Tað gingu nakrir dagar, so játtaði hann at gera túrin niður fyri okkum. Og fríggjadagin 30. mars løgdu vit leiðina móti Rumen­ien.

Eyðun er ein vandur bil­førari. Hann hevur koyrt rætti­liga víða við vøru, ser­liga til londini eystanfyri, bæði úr Føroyum og úr Danmark, so hann veit alt um pappír og annað sum er vert at vita í hesum ymisku londunum.

Henda fríggjadagin hevur Eyðun verið í Hirtshals og fingið bingjuna í bilin. Hann tók meg upp á veg­num til Videbæk. Vit koyrdu síðani til Vejle, har Eyðun býr saman við konuni og tveimum dreingjum.

Kona Eyðun er úr Ukraina, ein still og fryntlig kvinna. Hon gav okkum ein drekkamunn. Hetta var klokk­an 4 um náttina. Vit byrjaðu síðani at koyra móti Padborg, har vit komu um 6-tíðina um morgunin.

Vit gera av, at vit skulu sova í bilinum. Hetta er nak­að nýtt fyri meg. At sova í bili havi eg ikki roynt áður, men tað vísti seg at bera væl til.

At skriva í smálutir um túrin er ov drúgt og helst keðiligt fyri lesarin. Men tó kann eg ikki lata vera við at steðga við eina hending. Fyri mær var hon ikki sørt skemtilig.

Tá vit vóru komnir nakað um markið til Slovakia, verð­ur gjørt eitt chekk av ferðsluni, bæði inn og út úr landinum.

Hetta var seint á kvøldi. Tað ver sera myrkt, og út úr myrkrinum møtir okkum ein lýsandi politistavur og ein vælmerktur politimaður. Hesin veittrar okkum út til síðuna. Hann er ikki stórur á vøkstri, men røddin er skingrandi. Hann dugdi so at siga einki at siga á ensk­um.

Hesin kannar pappírini, og lesur upp á bilrútin. Tað vísir seg, at vit hava ikki varnast skeltið har tað stóð, at vit skuldu gjalda veg­gjald. Í rútinum átti ein pappírs­lepi at hingið, og sum segði at vit høvdu goldið veggjald.

Tað sum politimaðurin ikki visti var, at Eyðun hevði fingið ein porsjón av treiskni í vøggugávu. Teir báðir tosaði nógv og leingi saman. Báðir førdu hvør sítt mál. Út úr myrkrinum hoyri eg politimannin brúka orðið “Straff-straff”.

Hetta fær ikki Eyðun at rista í brókunum. Undir sam­­­røðuni hevur Eyðun bjóð­að politimanninum kleyn­ur fyri at koyra víðari. Nei, tað bar ikki til. Endin á hesum bleiv, at Eyðun og politimaðurin hoyrdu so fittir til markið, og so bleiv koyrt víðari. Jú, vit høvdu tað hugnaligt á ferðini. Eyð­un er ein sera dugnaligur bil­førari. Veit tað mesta sum vert er at vita um pappír – rutur og annað. Ein maður sum føroyingar áttu at brúka til víðari farm á meginlandinum.

Jú, vit høvdu tað skemti­ligt til tíðir á túrinum. Vit takka Eyðuni mangar gang­ir fyri hjálpsemi og beina­semi at gera henda túrin fyri okkum.

Undirritaði, saman við Asbjørn Niclasen og Sverra Kjærbæk sum mynda leiðsl­una í Calarasi-missiónini, vilja ynskja øllum sum hava stuðlað arbeiði okkara á ymiskan hátt eini gleðilig jól og eitt av Harranum væl­signað nýggjár.