Føroysku møtini sum samkoman Malta í Hirtshals skipar fyri í Suðurjútlandi verða hetta vikuskifti. Poul Færø og Svenning av Lofti koma at luttaka á møtunum, sum verða í Esbjerg, Sønderborg og Vejle. Í kvøld kl.19.30 verður møti í Esbjerg (Spangsbjerg Møllevej 16c Mølleparken), leygarkvøldið 13. februar kl. 19 í Sønderborg (Missjonshuset, Møllegade 9) og sunnudagin 14. februar kl.17 í Vejle (Staldgaardsgade 4, í hølunum hjá Frelsunarherinum). Havnarmaðurin Hans Jákup á Lava verður við á øllum møtunum við guitarspæli.
Týsdagin 16. februar fara Poul Færø og Svenning av Lofti til Norra, har teir skulu hava møtir á Karmoynni mikukvøldið 17. februar, og dagin eftir gongur leiðin til oynna Bømlo, har fleiri føroyingar búgva. Fríggjakvøldið verða teir í Hovshered, norðan fyri Flekkefjord.